Tórbjørn Jacobsen
????????????????
Minnist ilt á hesar túrarnar við mjólkarbátunum, ið vóru so drúgvir sum ónd ár. Men soleiðis gjørdist Oyri eisini ein partur av universinum hjá okkum, sum búðu eystanfyri bulmiklu fjallarøðina í Eysturoy. Pól var eitt vegamót í øllum hesum. Mundi eiga dastið av vørunum sum vórðu skipaðar upp á bryggjuna og legði hús til alt ferðafólkið frá Gjógv, av Eiði og norðan úr Gimbrunum, sum bíðaði eftir at sleppa inn á Skálafjørðin ella til Havnar. Tað sigst, tað man nú vera ein mýta, at hendan legendan var bara tríggjar ferðir í høvuðsstaðnum. Hann hevði annað at taka sær fyri enn at ganga undir hatti og í spískum svartaskóm og spýta langt í havnargøtum. Røktingarmaður, handilsmaður, útgerðarmaður, virkisleiðari. Saman við skilagóða bróðuri sínum, Jógvani, rak hann familjufyritøkuna firma O.C. Joensen, og menti hana til at gerast eina av stórstu og mest arbeiðsskapandi fyritøkunum í landinum. Hann var eisini umboðsmaður. Seldi kraftfóður og sement. Soleiðis kom eg seinri at kenna hendan pressaran av einum skyldmanni norðuri á Oyri. Koyrdi lastbil eitt skiftið, og tá ið vegurin í Norðskála-tunlinum skuldi stoypast gjørdu vit onkuntíð eitt rend út á Oyrar at lána sement frá Póli tá ið tað var farið at ganga undan á goymsluni hjá abba mínum úti á Glyvrum. Ein sannur fróðarmaður. Kendi hvørja kleyv í landinum. Eisini á skræðuni. Og var sera væl kunnaður um tað sum fyrifórst í heiminum. Hann legði nógv í slektina og skyld-skapin, og minnist eg serliga væl til, at hann einaferð segði mær, at tað vóru tvey sløg av sam-bandi í Eysturoy, tað stokkonservativa, ið hevði breitt seg úr Lamba og so teir meira hóvligu og liberalu, og hann fjaldi ikki yvir, at hann helt seg hoyra til tað seinra slagið. Og tað eru lív og verk hansara besta prógvið um.
Vit kendust ikki tá, men ein av teimum sum ivaleyst hava staðið mitt í rokanum tá ið mjólkarbiðirnar vóru skipaðar umborð, tá ið gamlar kýr vóru seldar av bygdini og menn sparraðu í gerdurnar og hivaðu tær inn á dekkið og bygdamenn í fínasta pussi høvdu gjørt seg út til at fara ørindir í stórstaðnum, mundi vera føðingardagsbarnið Edmund Joensen. Og tá ið hann var sonur til sjálvt vegamótið og Hansinu, norðan úr Vík, mundi kósin, lívsleiðin, longu vera stungin út í kortið. Í hvussu er á kommersiella og industriella bógnum. At ein potentiellur løgtingsmaður, sambandsformaður, fólka-tings-maður, løgmaður og løgtings-formaður gekk og tvassaði á bryggjuni norðuri á Oyri, og frøddist um at sivilisatiónin legði at bryggju einar tvær ferðir um vikuna, fyri so nógvum árum síðani, tað mundi fáur gruna. Kann vera, at húsið hjá Póli, sum gjørdist ein bráðpanna, kjarnan í einum netverki hjá øllum teimum sum búðu um hesar leiðir, onkursvegna gjørdist eitt slag av grundvølli undir politikkaranum, sum fyllir seksti ár sunnudagin.
Edmund er føddur um ta tíðina, tá ið týskurin var illa sperdir og teir sameindu vunnu fram á øllum hermótum. 19. september 1944. Hann gekk barnaskúlan á Oyri og fór til skips tá ið hann var 14 ára gamal. Við gamla kópafangaranum Flemsoy, ið var leigaður úr Noregi. Ingolf á Oyrabakka førdi hann. Teir vóru á sild. Síðani sigldi hann meira og minni samanhangandi í tíggju ár. Við Selnes, Búgvanum, Westvard Ho, togaranum Fiskanesi og so sjálvandi við teimum báðum skipunum hjá fyritøkuni, Agnes Louise og Poppy. Hann var eitt sindur veikur mótvegis sjóverkinum, og tað var kanska orsøkin til at hann ikki fór uppá skúla ella at læra til maskinmeistara, sum hegnið, hugurin og skilið kanska kjálkaðu mest uppat. Hann legðist uppi og gjørdist ein partur av virkseminum, sum forfedrarnir høvdu lagt lunnarnar undir. Og tað er ikki at taka seg aftur í, at við honum hevði fyritøkan slúsað ein mann innar ígjøgnum rimarnar, sum stóð til at bresta av visiónum og hugskotum á vinnuliga økinum.
Tá varð ikki akað, men gingið. Bilur var bara í hendinga húsi, men so kom eitt satt skriðulop í so máta, sum hevði tað við sær, at Agnes Louise kundi fara úr sildini og gerast bilferja í Sundalagnum. Edmund var við í hesum, men framdriftin bar frá einum til annað, og nú fór hann í lag við ein av teimum klassisku pionerunum í Føroyum, Júst í Túni, skipara á Toftum. Toftamaðurin spurdi teir gomlu har norðuri, um teir kundu vísa honum á ein skilagóðan ungan mann, at ganga honum til handar og harvið at standa við vøgguna hjá føroyskari aling. Breið semja var í økinum um, at hesin alvin hjá Póli og Hansinu var sum skorðin til djobbið. Tað tykist at hava ávirkað Edmund almikið, at hann kom undir ávirkan frá hesum framsókna strugglara, ið gekk ígjøgnum eld fyri sínar visiónir og hugsjónir í vinnuframa. Ein av teimum sum varði átti at verið reistur fyri. Alingin stóð um føðingina. Júst hevði gott mót, sum altíð, og eftir tað hava føroyingar útflutt fyri milliardir av aldum fiski, og hóast kreppa er í vinnuni nú, ivast ongin í, at tað fer at vignast aftur sum frálíður. Men tað verður ikki við Edmundi sum skræpusleingjara, hann ferðast nú í øðrum ljósi, í eini aðrari sferu.
Bygdin var avtakin við sildatunnum. Okkurt árið meira enn túsund á mørkina. Og tað hoyra sum kunnugt 12 merkur til bygdina. Fleiri skip løgdu upp á Oyri í sildatíðini. Eisini skipini hjá O.C. Joensen. Alt er bara til sjónar fyri eina tíð. Og tá ið sildin fór at ganga undan framímóti endanum á sekstiárunum, mátti okkurt nýtt roynast í hesum trivaliga felag. Tveireinir fóru Alfred Andreassen, á Oyrarbakka, og Edmund suður ígjøgnum Sundalagið við Poppy ein vetrarmorgun í 1970. Nú skuldi ein roynd gerast, at fáa skelina eysturi í Álinum til høldar sum útflutningsvinnu. Av tí at skiparin, Edmund Joensen, ongi pappír hevði at føra skip, løgdu teir leiðina inn á Toftagjógv, og bóðu Júst um at koma við sær sum flaggskipara. Tað var ikki meira enn hálvtalað, sum hann skemtiliga tók til: "Nú havi eg gjørt somikið nógv býtt í lívinum, at eg kann tað sama taka hetta við eisini."
Royndirnar, kanska var tað eitt slag av gransking, prógvaðu, at grundarlag var fyri at byrja eina vinnu. Síðani fóru teir við Poppy niður til Hetlands, at gerða hana út til skeljaveiðu og fyri at læra av hetlendingum hvussu hesin fiskiskapur skuldi fremjast í verki. Systkinabarnið, Kristian hjá Jógvani, Eli svágur hansara og ein danskur góðskuleiðari, sum tá var hjá Fiskasøluni, Benny Jensen, vóru við í ferðini. Sofus Poulsen var sera íðin í hesi verkætlan, og skipaði øll tey neyðugu sambondini. Góður í ávikum sum altíð. Føroyum ein hentur umboðsmaður í ártíggir. Hetta fekst eisini at rigga hjá føðingardagsbarninum. 1. desember 1970 landaðu teir tær fyrstu skeljarnar og hvussu nógvar krónur í arbeiðsskapan tær hava lagt eftir seg síðani, vita tey flestu. Síðani fóru teir hjá O.C. Joensen undir at byggja frystigoymslu og rækjuvirki. Keyptu Norðheim og Kappan. Hendan lítla bygdin gjørdist ein metropolur av egnari uppdrift. Ein hendinga sólskinssøga. Sum Øregaard, skuldi taka til, einaferð stuðulsskipanir vóru fyri á tingi: "Hví ger man ikki sum oyramenn, keypur 80 metrar av takrennu og skapar 80 arbeiðspláss við ongum landskassastuðuli?" Turbolensur í vinnu-greinum er komandi og farandi. Rækjuvinnan hevur havt eina trupla tíð, men sum við øllum øðrum, man marknaðurin eisini fara at snúgva sær á í hesi vinnu, og skýggini fara at slitna sundur aftur á einum kolsvørtum himmali. Edmund hevur havt onnur álitisstørv í føroyskum vinnulívi, eitt nú var hann umboðsnevndarlimur í Fiskasøluni árini 1985-1994 og árini 1987-1994 var hann starvsnevndarlimur í somu fyritøku.
Edmund fann sær vív norðan fyri Streymin. Edfríð, dóttir Hjalmar og Jacobu av Norðskála. Tey bæði keyptu húsini hjá Tórhalli á Oyrabakka fyrst í seksti-árunum, tá ið hesin flutti suður í miðstaðarøkið at búgva. Tá var plaseringin meira lík eini oyðimørk. Nú standa tey í miðjuni á øllum Føroyum. Soleiðis broytast tíðirnar. Tey eiga trý børn. Elsu, Siggu og Pól Hjalmar. Og vit sum aka framvið húsunum, at kalla hvønn dag, hava varnast gróðurin íkring húsini og grønu fingrarnar, ið hava mana postu-latini hjá Jesaja profeti aftur um, at runnur veksur ikki úr turrari jørð. Nú er viðalundin hjá teimum báðum mest átøk garðinum í Eden, oyðimørkin er vorðin oasa, av vilja og nógvum knúgvafeitti.
Men tað eru nógvir streingir í føðingardagsbarninum. Hópurin av fasettum. Føroyingar kenna hann best frá tí politiska lívinum. Tað byrjaði í forstandaraskapinum har norðuri. Har sat hann í 10 ár frá 1970-1980.
Mær hevur altíð dámað so ógvuliga væl hesar gomlu sambandstypurnar í Eysturoy. Trívist saman við teimum. Treiskir, konservativir, orðhildnir, greiðir í teirra lívsviðurskiftum, lata ongantíð meira fjara úr peningakassanum enn tað fløðir inn og so hava teir eina støðu, sum teir halda fast um. Óávirkaðir av main-streyminum, yuppiarunum og stressmappu-dýrunum, sum stinga seg upp frá tíð til aðra. Edmund er ímyndin av hesum huglagnum. Ikki løgið at Óli Breckmann einaferð í løgmanstíðini skuldi taka til um treiskni hansara, at hann var sum at leiða kúgv í trappu. Órokkiligur. Ikki til at benda. Og hesin eginleikin hevur kanska onkuntíð verið ein bági í politiska virki hansara. Meira á tí persónliga planinum heldur enn tá ið um landsins frama galt.
Sambandsmenninir í Eysturoy dugdu at síggja potentialið í honum. Vit stillaðu báðir upp í 1984. Hvørgin var valdur. Minnist serliga væl veljarafundin í Eydnuni tað heystið. Jógvan, gamli lærari hansara á Oyri, var orðstýrari. Og tað er ikki ov nógv sagt, at teir vóru ósamdir politiskt. Jógvan Ingvard og Jóhannes Martin vóru tær stóru kanónirnar hjá sambandsmonnunum í Eysturoy tá. Valevnini áttu tríggjar minuttir í part. Læknin á Eiði, Petur Reinert, fær nú orðið. Tíðin gongur og nú tekur rumbul seg upp í stúgvstappaða bygdahúsinum. Sambandsmenninir eru á gosi, við Jóhannesi Martin á odda. Hesin úrmælingurin av einum oratori hevði nú røtt í einar 16-17 minuttir. Hetta var ikki lætt hjá Jógvani at taka støðu til, nú hann var so sára samdur við Peturi í øllum politiskum viðurskiftum. Ístaðin fyri at steðga honum, heitti hann bara á hann um at halda fram, og bera alt tað fram, sum hann hevði á hjarta. Ein komisk støða, men rumblið dovnaði og fór líkasum aftur við borðinum, og Jógvan og Petur bombarderaðu salin við allari tí tjóðveldispropagandu, sum hjartað fleyt yvir av. Vit høvdu verið norðuri hjá Normu og etið náttverða frammanundan fundinum. Petur segði onki um hesa ætlan, og tí veit eg ikki um teir høvdu gjørt avtalu um hetta frammanundan, men nú í tíðini, tá ið teir standa við sekundvísarum og kvetta valevnini av, hevði hendan støðan verið óhugsandi. Petur og Edmund vóru góðir vinir, spældu bridge saman, vitjaðu hvønnannan, so eg hugsi ikki at Edmund legði so nógv í um uppladaði vinmaðurin og skyldmaðurin úr Kalbak, kanska besti røðari sum Føroyar nakrantíð hava fostrað, fekk gjørt burturav sær við tí sum hjarta var so fult av.
Í 1988 var Edmund valdur á ting. Og bráðræsnið flutti hann skjótt uppeftir í hierarkinum. Eftir at stríð hevði tikið seg upp í flokkinum valdi Pauli Ellefsen at leggja frá sær sum formaður, og hann vísti á oyramannin sum avloysara. Síðani var Edmund Joensen oddviti floksins í 11 ár. Frá 1990-2001. Og hann var ógvuliga sjónskur í politisku myndini hesi árini. Var í mongum víggi. Treiskur sum ein asni. Hann gjørdist løgmaður stutt eftir, at tjaldið Føroyar var skrædnað, og tað so smátt var farið at ganga rætta vegin aftur. Slíkt lendið hevur sjálvandi órógv við sær. Javnaðarmenninir stungu halan ímillum beinini í 1996. Fólkaflokkurin kom inn ístaðin, og tá ið Anfinn Kalsberg í síni fyrstu samrøðu eftir hetta segði, at hann ikki hevði álit á Edmundi sum løgmanni, tá kundi man bara rokna við tí ringasta. Partisanarnir í egnum leiri, Bjørn á Heygum og Finnbogi Arge gjørdu honum ikki lívið lættari. Hann var nú heldur ongin balletdansari, ongin Rudolf Nerejev, mótvegis fjølmiðlafólkunum, og kanska skilti ein betri tev og fyrivarnir hansara seinri, tá ið journalistiskir guerillamenn sum Høgni Hoydal, Sjúrður Skaale og Ronnie Thomassen knappliga stungu krúllin undan í politisku vatnskorpuni. Men treyðugt so, hann rakk dastið av valskeiðnum, og helt fram sum formaður í flokkinum í nøkur ár eftir hetta, haðartil ein palasskollvelting, frá tí gomlu miðásini í flokkinum, Samuelsen-klaninum, tók valdið aftur, eftir nakað av stríði og kampvali. Appropos álitið, ella rættari misálitið, sum Anfinn tosaði um á sinni, so man tað ganga tvívegis. Tað eru ikki teir stóru tankarnir Edmund ger sær um Fólkaflokkin til dagligt, og hann hevur ongantíð dult fyri, at hann hevur lítið og onki álit á teimum. Ivaleyst hevur tað eitthvørt við áðurnevnda hugburðin hjá gomlu sambandstypunum í Eysturoy at gera.
Frá 1994-1998 var hann valdur fólkatingsmaður. Hetta var samstundis sum hann røkti løgmansstarvið og tí hevði hann eykamann fyri seg á Danatingi. Í 2002 loysti hann Finnboga Ísakson av í formanssessinum á Føroya Løgtingi, og har situr hann enn við einum einmæltum tingi aftan fyri seg. Og tað er ikki yvir at dylja, at hann trívist heilt væl í hesum sessinum. Hansara politiski trupulleiki er, eins og hjá Finnboga, at formaðurin verður ið so lítið sjónskur í politiska landslagnum. Fær sum savningarfigurur ikki tikið lut í orðaskiftinum á sama hátt sum aðrir tingmenn, og kann hetta við tíðini gerast ein trupulleiki, tá ið menn nú einaferð skula veljast av fólkinum.
Til tvey tey seinastu valini hava nakrir eysturoyingar skipað fyri politiskum valfundum í losjuni í Gøtu, harið vit báðir hava verið settir yvir av hvørjum øðrum, - í eini sokallaðari politiskari duell. Stjórin á Havsbrún, Bergur Poulsen, hevur verið settur til at ansa okkum, og uttan at taka munnin ov fullan, haldi eg meg kunna siga, at hetta hava verið nakrir sera gevandi fundir, fyri okkum báðar, og vónandi fyri tey mongu sum hava leitað til teirra. Tað hevur verið sum hjá Jógvani og Peturi á sinni, nærum óavmarkað talutíð. Í einar tríggjar til fýra tímar. Og tá ið vit skuldu enda seinast og teir høvdu lokkað okkum báðar at syngja hvør sín sang við fundarlok, og Edmund sang Vikingarna og For dina blaua ogon skyld, væl akkompagneraður av skrivara sambandsfloksins, Helga Abrahamsen, og Niels Arge Galan úr loysingar-bólkinum 200, vríggjandi við mjadnunum, tikin úr leikum, sum ein føroysk útgáva av Johnny Cash, tá mundi takið lyft seg omanav hesum gamla avhaldshúsinum í Gøtu. Har sóðu fólk aftur eina ókenda síðu hjá hesum óbendiliga multitalenti av Oyri. Hann spældi ikki á guitaran tað kvøldið, men á tí ljóðførinum er hann heldur ikki sørur. Hevði útvarpið verið á staðnum við upptakara, er ikki óvist, at hann hevði ligið nakað ovarlagað á Hvat-Nú hittlistanum hjá Elisi Poulsen í rúma tíð eftir valið.
Vit báðir eru samdir um nógv, men órokkiliga ósamdir í spurninginum um hvussu politisku viðurskiftini skula skipast millum Føroyar og Danmark. Edmund trýr uppá hin stóra matrikkulin hjá dønum, ímeðan undirritaði í ævir fer at halda fast um trúnna á, at ein føroyskur nationalstatur er einasti vegurin fram hjá føroysku tjóðini. Men hetta frábrigdið hevur ikki forða okkum í einum vinskapi, sum fer at halda fram, soleingi annar av okkum gongur omaná jørðini. Hjartaliga tillukku við degnum og nógv góð ár afturat i føroyskari vinnu og í føroyskum politikki. Kanska verður hann einaferð so frætt mentur, at tað fer at bera til at skipa politiska samgongu ímillum teir báðar flokkarnar, ið vit umboða, uttan at tað skalast ov nógv av lakkinum hjá hvørgum.
Sum løgtingsformaður hevur Edmund Joensen hægstu tign landsins ídag. Havi onkuntíð nevnt tað við hann, og meini tað faktiskt, at hann ivaleyst hevði tikið seg betri út sum forseti í einum komandi føroyskum stati, sjálvt um hann er ein av teknunum hjá danadrotti, Margrethu. Hon slerdi hann til riddara av Danebrog, av fyrsta stigi, í januar mánaða 1997. Tað frættist, at opið hús verður í Eyðnuni leygarkvøldið, og vera tað ivaleyst mong, ið fara heiðra og heilsa hesum merkismanni á hansara seksti ára føðingardegi. Góðan byrð og góða veitslu. Kanska leggur ein leiðina vestur um bulmiklu fjallarøðina. Tað spyrst um livst.