- Eg síggi nógvar fyrimunir í at gera hassj, marihuana, og onnur bleytari rúsevni, lóglig í Føroyum.
Bjarni Kárason Petersen, tingmaður fyri Framsókn, sum hevur sæti á Løgtingi sum varamaður fyri Honnu Jensen, setti rættiliga eld í kjakið í Løgtinginum í gjár.
Løgtingið viðgjørdi eitt uppskot frá Framsókn um at herða eftirlitið við rúsevnum í Føroyum, Men Bjarni Kárason Petersen legði kortini dent á, at hetta er ikki støðan hjá Framsókn, sum flokki, at hassj skal vera lógligt, tí hetta er hansara egna meining.
Hann sigur við okkum, at hann sær stórar fyrimunir við at gera bleyt rúsevni lóglig í Føroyum. Svarti marknaðurin fyri bleyt rúsevni fer at hvørva og tað ber til at seta aldursmark á, hvør kann sleppa at keypa.
Samstundis ber tað til at hava góðkendar framleiðarar, sum tryggja, at vøran er ílagi, og eitt innihaldsyvirlit kann fylgja við.
- Samstundis kann landskassin fáa mvg og onnur avgjøld av innfluttum rúsevnum, og tær inntøkurnar kunnu markast til tað fyribyrgjandi arbeiðið, ella til at herða eftirlitið og upplýsingina um tey harðaru rúsevnini, sigur hann.
- Tað mátti verið frægari, at vit høvdu ein almennan stovn, sum kann stýra nýtsluni av bleytum rúsevnum, heldur enn at ríka nakrar narkobarónar upp, leggur hann afturat.
Sum støðan er nú, veit ongin, hvat er í teimum rúsevnum, sum eru at fáa og ongin veit, hvagar peningurin fer. Samstundis eggjar verandi støða til lógbrótandi virksemi. Tí heldur Bjarni Kárason Petersen, at málið eigur at verða tikið upp, tí spurningurin fer kortini at verða reistur, fyrr ella einni, sigur tingmaðurin fyri Framsókn.
Hann vísir á, at í tí umhvørvinum, hann ferðast í, eru bleytaru rúsevni ikki heilt óvanlig. Men hann heldur ikki, at tað eru tey, sum eru orsøkin til teir trupulleikar, sum eru at síggja. Hann staðfestir tvørtur ímóti, at tað er rættiliga stórur munur á hørðum og bleytum rúsevnum og hann sigur, at, at tað eru tey hørðu rúsevnini, sum gera tann stóra skaðan.
- Heldur enn at gera tey, sum brúka bleytari rúsevni, til lógbrótarar, eiga vit at viðgera spurningin um at gera hassj, marihuana, og kanska onnur bleytari evni, lóglig í Føroyum. Tað eru evni, sum kunnu njótast, men sum støðan er nú, noyðast fólk á svarta marknaðin fyri at fáa fatur á teimum, sigur Bjarni Kárason Petersen.
Og hann heitir beinleiðis á løgtingslimir um at taka spurningin upp. Hann vísir á, at í øðrum londum, hava tey gjørt av at gera bleyt rúsevni lóglig fyri at brúka allar kreftirnar upp á tey hørðu rúsevnini. Eitt dømi um hetta eru statir í USA, har tey hava gjørt bleyt rúsevni lóglig, og tað við góðum úrsliti.