Mánadagin 26. og týsdagin 27. august verður valtorg í SMS, har fólk kunnu hitta allar flokkarnar. Umboð fyri flokkarnar vera á Torginum í SMS frá klokkan 10-18 báðar dagarnar at svara spurningum frá veljarum.
##med2##
Eitt nú verðu Speakers’ Corner á Torginum har bæði valevni og borgarar kunnu koma til orðanna við øllum tí, tey hava uppá hjarta.
Mánakvøldið klokkan 20 verður pallborðsfundur, har allir flokkarnir eru við. Óluva Zachariassen er orðstýrari, og evnini verða handilsvinnnan og umhvørvi.
Pallborðsfundurin verður somuleiðis stroymdur á Facebook síðuni hjá SMS – facebook.com/sms.fo