Tað verður ikki løgtingsval beint nú.
Tað tykist vera greitt, eftir at samgongan yvirlivdi eina týdningarmikla atkvøðugreiðslu í Løgtinginu, beint nú.
Miðflokkurin hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at játta Landsverki 200 milliónir krónur til at gera ábøtur á vegir og brýr, umframt at játta stovninum 20 milliónir afturat um árið til sama endamál.
Tað varð gitt, at uppskotið fór at verða samtykt, serliga nú Magni Laksáfoss eisini hevur tikið sagt seg vera leysan av avtaluni við samgongina um at stuðla henni.
Og samstundis hevur løgmaður sagt, at verða kostnaðarmikil uppskot frá samgonguni samtykt, fer hann at útskrivað væl.
Tí vóru tað nógv sum mettu, at løgmaður gekk við eini fráboðan um nýval um lummanum, men hana slap hann frá at brúka, tí tá ið Løgtingið atkvøddi beint nú, vísti seg nevniliga, at tað vóru bara 15 atkvøður fyri, samstundis sum at 15 atkvøður vóru ímóti, og so sostatt eru uppskotini fallin.