Løgtingsvalið skal vera í heyst

Tað halda áleið helvtin av teimum, sum vóru spurd í kanningini, sum Fynd hevur latið gera fyri Kringvarp Føroya.

Meiri enn 46 prosent av teimum spurdu halda, at løgmaður skal skriva út val í heyst. 35 prosent meta, at hann skal bíða til januar, tá valskeiðið er runnið.

16 prosent siga seg ikki vita, um valið skal vera í heyst ella í januar.

1402 veljarar svaraðu í kanningini, sum varð gjørd 16. og 17. august. 