Løgtingsvalið verður 31. august

Tað váttar løgmaður í samrøðu við Sosialin í kvøld

Løgmaður fer at skriva út løgtingsval á ólavsøku at vera leygardagin 31. august.

Tað sigur løgmaður í samrøðu við Sosialin í kvøld.

– Hevði valskeiðið vart eitt hálvt ella heilt ár longur, so hevði eg helst havt skrivað út val nú. Men nú er so stutt eftir, at eg havi valt at skriva valið út á olavsøku at vera leygardagin 31.august. Eg haldi ikki, at tað er orsøk til at halda tað loyniligt, nær valið verður, sigur løgmaður við Sosialin.

Løgmaður tekur tó tey fyrivarni, at hendir okkurt heilt óvanligt, so kann tað henda, at hann noyðist at skriva val út fyrr enn á ólavsøku, men sum er, bendir onki á at so verður.

31. august er seinasti dagur í valskeiðnum, at val kann vera. Tá eru fýra ár farin. 1. september kundi verið seinasti dagurin, men hann er í ár sunnudagur, og sunnudag er ikki loyvt at hava løgtingsval.

Løgmaður og fleiri onnur halda ikki, at tað hevði verið skilagott, at hava løgtingsval saman við fólkatingsvalinum, sum Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, hevur boðað frá verður 5.juni – grundlógardagin.

– Vit vita, at fólk atkvøða eitt sindur ymiskt til eitt løgtingsval og til eitt fólkatingsval. Fyri tað fyrsta er ofta ein polarisering millum tveir flokkar og í øðrum lagi hendir tað, at teir smærru flokkarnir, sum so at siga ikki hava møguleikar at fáa fólkatingsmann, detta niður ímillum og missa atkvøður til løgtingsvalið orsaka av fólkatingsvalinum, sigur løgmaður í samrøðuni við Sosialin.

Sosialurin, sum verður borin út við postinum í morgin, fæst í leysasølu í Havn í kvøld og faæst í talgildari útgávu á sos.fo.