Løgtingsvalnevndin fingið formann

Tað verður fyrrverandi landsgransskoðarin, Leivur Harryson, ið skal syrgja fyri, at alt gongur rætt fyri seg til komandi løgtingsval. Leivur er nevnliga nývaldur formaður í løgtingsvalnevndini, sum eisini telur tveir aðrar limir. Hesi eru Bárður Larsen og Malan Johansen.