Lógu hjálparleys í tímavís

Ikki fyrr enn fýra tímar aftan á tokvanlukkuna í Pakistan komu tey fyrstu bjargingarliðini á staðið

-Eg veit ikki, hvat hendi, men alt í einum skalv tokið. Vit duttu, og so bleiv myrkt inni, og soleiðis lógu vit í næstan fýra tímar og bíðaðu.

 

Mohammad Iqbal var millum ferðafólkini í snartokinum til Karachi tíðliga í morgun. Sjálvur fekk hann ikki stórvegis skaða, men hann minnist væl neyðarrópini í myrkrinum.

 

Fólk í einari bygd nærhendis varskógvaðu myndugleikarnar, men kortini gingu næstan fýra tímar, áðrenn tey fyrstu bjargingarliðini komu á staðið. Tað vísti seg, at 14 av teimum 18 vognunum vóru farnir av jarnbreytini, og at fleiri teirra vóru í sori. Fyrrapartin vóru 58 fólk funnin deyð í vognunum, og umleið 120 vóru flutt á sjúkrahús.

 

Pakistonsku myndugleikarnir vóru skjótir at siga frá, at talan var ikki um yvirgang, men at eitt brek við jarnbreytini hevði gjørt, at snartokið fór útav. Sambært Reuters er jarnbreytin, sum snartokið koyrdi eftir, løgd í 1930-árunum, og viðlíkahaldið hevur verið tilvildarligt.