Íløguaktivini tryggjaðu avlopið

Fyri fyrstu ferð í mong ár hevði Tryggingarfelagið Føroyar hall av sjálvum tryggingarvirkseminum. Kortini var avlopið í fjør upp á knappar 46 mió. krónur og tað stavar alt sum tað er frá íløguaktivunum, sum sambært ársroknskapinum nú eru meiri enn 1.2 mia. krónur

Tryggingarfelagið Føroyar hevði hall upp á 17,3 mió. krónur av tryggingarvirkseminum í 1999.

Kortini var avlopið fyri seinasta roknaksaparár upp á knappar 46 mió. krónur, og orsøkin til tað er, at Tryggingarfelagið Føroyar kundi staðfesta ein vinning upp á góðar 65 mió. krónur av íløguaktivunum.


Hall á øllum deildum

Í ársfrágreiðingini frá leiðsluni verður sagt, at Tryggingarfelagið fyri fyrstu ferð, síðani fyrst í nítiøarunum mátti staðfesta hall av tryggingarvirkseminum.

Seinastu árini hevur vinningurin av tryggingarvirkseminum verið ein fjórðingur av samlaða vinninginum, meðan hinir tríggir fjórðingarnir eru komnir frá vinningi av íløguaktivum.

Soleiðis skuldi ikki ganga í 1999 og endin var eitt hall av tryggingarvirkseminum upp á 17,3 mió. krónur.

Sambært ársfrágreiðingini var hall á øllum tryggingarøkjum uttan á bólkinum aðrar tryggingar, sum hevði ein vinning ipp á 2,1 mió. krónur.

Tann tyngsta deildin hjá Tryggingarfelagnum hevur sum oftast verið akfarstryggingar, og í so máta var árið í fjør einki undantak.

Hallið av akfarstryggingum var í fjør 9,6 mió. krónur og tað vil siga, at hallið av akfarstryggingum umboðar umleið helmingin av samlaða hallinum.

Orsøkin til hallið á akfarsdeildini er ein ógvuslig øking í skaðatalinum, sum vaks úr 3.282 til 3.981. Hetta er ein øking upp á 699 skaðar og tað er nógv. Eisini um hugsað verður um, at Tryggingarfelagið Føroyar við árslok 1999 hevði 1.800 fleiri akfør skrásett í sínum skráum enn árið frammanundan.


Stórt kurstap

Hóast tað vóru íløguaktivini, sum í fjør tryggjaðu Tryggingarfelagnum Føroyar avlopið á niðastu linju í roknskapinum, so var úrslitið av íløguaktivunum rættuliga nógv verri í fjør sammett við 1998.

Tá góvu íløguaktivini eitt íkast til roknskapin upp á knappar 84 mió. krónur, men í fjør var hesin vinningur svunnin til góðar 65 mió. krónur.

Orsøkin til hetta er, at Tryggingarfelagið, eins og øll onnur, sum arbeiddu á virðisbrævamarknaðinum í 1999, máttu staðfesta kurstap móti kursvinningi árið fyri.

Rentan hækkaði á virðisbrævamarknaðinum og tað hevur við sær kursfall, sum eitt nú Tryggingarfelagið merkir sera væl. Felagið hevur uml. 750 mió. krónur standandi í virðisbrøvum, og tá skulu ikki so stórar kursbroytingar til áðrenn tær merkjast.

Kurstapið hjá Tryggingarfelagnum var í 1999 góðar 16 mió. krónur ímóti einum vinningi upp á góðar 5 mió. krónur. Samanlagt ein afturgongd upp á knappliga 22 mió. krónur.


Nógv fleiri skaðar

Orsøkin til tað vánaliga rakstrarúrslitið er, sum nevnt frammanfyri, nógv fleiri skaðar.

Samanlagt fekk Tryggingarfelagið 2000 fleiri skaðafráboðanir í 1999 enn í 1998, harav 699 av teimum, sum nevnt frammanfyri, vóru bilskaðar.

Hetta merkir, at skaðabøturnar fyri árið 1999 vuksu við 53 mió. krónum til 190 mió. krónur. Skaðabøturnar fyri egna rokning vuksu við 47 mió. krónum til 172 mió. krónur.

Av hesum 47 mió. krónunum stava 16 mió. frá sjóvátryggin, 15 frá akfarstryggingum og 8 frá vanlukkutryggingum.

Sjódeildin mátti í fýra førum rinda fulla tryggingarhædd tí skip antin gingu burtur ella brunnu.


Stór eginogn

Hóast tað ikki gekst heilt eftir vild í 1999, so er eingin ivi um, at Tryggingarfelagið Føroyar framhaldandi er eitt sterkt felag.

Roknskaparárið 1999 var tað næsta síðani felagið varð lagt saman, men kortini tað fyrsta heila roknskaparárið hjá nýggja felagnum.

Tað eru tó nogv ár síðani Tryggingarsambandið var stovnað og roknskaparárið var tað 60. í røðini síðani Tryggingarsambandið Føroyar varð stovnað.

Eginognin hjá felagnum er stór og solvensurin hjá felagnum góður.

Eginognin var við árslok 1999 góða 1,1 mia. krónur og solvensurin 29 ferðir lógarkravið.