ÓLAVUR Í BEITI
Hetta er triðja árið hjá sitandi bygdaráð í Sørvági, og aftur hevur bygdarráðsformaðurin, Petur Kruse, skriva greiða og kunnandi frágreiðing um farna árið. Á bygdaráðsfundi fyrst í desember 99 var fíggjarætlanin hjá Sørvágs kommunu til 3. viðgerð og endaliga samtykt, og er nú eisini góðkend av Føroya Landsstýri. Skattaprosentið verður óbroytt 21, kirkjuskattaprosentið 0,25 og barnafrádrátturin verður 2500 kr. Eisini varð samtykt at gjalda tvær milliónir í eykaavdráttum, skrivar Petur Kruse, bygdaráðsformaður.
Viðvíkjandi fíggjarætlanini fyri ár 2000 hjá felagskommununi í Vágum, sigur Petur Kruse, at hon er kr. 205.000. Henda upphædd verður býtt soleiðis, at helvtin verður deild í mun til skattskyldugu inntøkuna fyri árið 1998, meðan hin helvtin verður býtt í mun til fólkatalið í kommununum 01.01.99. Samlaða býtið fyri ár 2000 verður: Sandavágs kommuna kr. 52.480,00 ? Miðvágs kommuna kr. 72.272,75 ? Sørvágs kommuna kr. 74.138,25 ? Bíggjar kommuna kr. 5.073,75 ? Mykines kommuna kr. 1.035,25.
Avlop uppá 4.2 mió.
Og hyggja vit eftir árinum 98, so sær gott út hjá Sørvágs kommunu. Grannskoðaði roknskapurin fyri 1998 var framlagdur og góðkendur á bygdarráðsfundi 14.12.99. Ársroknskapurin vísir ein rakstur sum javnvigar við kr. 21.195.046 og eini fíggjarstøðu, sum javnvigar við kr. 30.730.839. Í figgjarætlanini fyri 1998 var roknað við einum avlopi áðrenn avdráttir uppá kr. 3.659.000. Roknskapurin vísir eitt avlop uppá kr. 4.247.000.
Og viðvíkjandi Ísvirkinum, sum kommunan hevur verið høvuðspartaeigari í, sigur bygdaráðsformaðurin, at tað hevur ikki gingið væl fíggjarliga, og nevndin kom tí í árinum til ta niðurstøðu, at bert tvinnir kostir vórðu í at velja: antin at virkið fór á húsagang, ella at nýggjur partapeningur var útvegaður. Bygdaráðið samtykti at taka undir við, at nýggjur partapeningur var fingin til vega, samstundis samtykti bygdaráðið at strika eitt lán til virkið uppá kr. 484.116 og yvirtaka leysaskuldina hjá virkinum uppá kr. 86.000. Nýggju eigararnir í sp/f Vestís eru Vesturvarði ? Vesturskin ? Vesturvón og arbeiðsmannafelagið í Sørvági.
? Kommunan hevur roynt at bøta um umstøðurnar hjá útróðrarmonnunum við at seta ein krana á havnalagið til uppskipan, oljusjálvtøkutangi er settur upp í bátahylinum, og kommunan hevur gjørt leigusáttmála við Sørvágs Laks um gomlu stampagoymsluna, sum er sett í stand og uppdeild í básar, sum útróðrarmenninir so leiga.
Fólkatalið 888
Viðvíkjandi fólkatalinum, so sigur Petur Kruse, at tað seinnu árini hevur kvinkað seg uppeftir.Í seinastuni hevur tað ligið um 890 fólk, men við ársenda í fjør vóru 898 fólk, meðan tað tann 28.12.99 er 888 íbúgvar.
? Langt hevur verið ímillum nýggj hús í bygdini, men nú er ein glotti fyri stavn. Eini hús eru í gerð, og eitt til tvey verða sett skjøtil á í tí nýggja árinum. Av og á spyrja borgarar eftir grundstykkjum, men tá kommunan ikki hevur so nógv stykkir tøk, so heitir bygdarráðsformaðurin á fólk um at boða frá, um tey hava eitt stykki til sølu.
Íløgur
Av íløgukarminum uppá 2,6 mió. kr. fyri ár 2000 fer meginparturin til vegaarbeiði, og sum høvuðsarbeiði verður hildið áfram við vegnum norður í Húsadal, har tað drúgvasta pettið er klárt til sproytingar, men sum so kavin forðaði at fáa gjørt, sigur Petur Kruse.
? Av øðrum arbeiðum kann nevnast, at í samarbeiði við SEV verður hildið áfram við at leggja loftlinjurnar í jørð, og í tí sambandi verða nýggir elsteyrar uppsettir, so í komandi ári skuldu flestu loftlinjur í bygdini verið tiknar niður. Eisini liðugtgerð av vatn- og kloakkíbindingum út eftir ovara vegi stendur fyri tørni í komandi ári.
Og aftur í ár hevur Sørvágs kommuna fingið góðar 200.000 kr. til ung í arbeiði, og hava hesi ungu verið í holtur við at fríðka um í bygdini, og nú síðstu dagarnar hava tey veitt SÍ eina hjálpandi hond við liðugtgerð av SÍ-húsinum. Seks unbgfólk ? 5 mannfólk og 1 konufólk - saman við einum formanni, hava verið í tiltakinum »ung í arbeiði«.