Eldraøkið, skúlaøkið, musikkskúlin og ein nýggj brúgv um Sandá eru millum íløgurnar á fíggjarætlanini hjá Tórshavnar Kommunu fyri 2011
- Við Boðanesheiminum tekur Tórshavnar Kommuna eitt stórt stig, ið kemur eldri borgarum til gagns. Spakin verður settur í í ár, og á fíggjarætlanini fyri 2011 hevur Boðanesheimið fingið høgan prioritet, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri, sum í kvøld á eyka býráðsfundi legði fram fíggjarætlanina fyri 2011.
Boðanesheimið, sum í ár fekk játtaðar 23 mill. kr., fær á fíggjarætlanini fyri komandi ár 24,5 mill. kr. játtaðar afturat. Tilsamans fer Boðanesheimið at kosta stívliga 100 mill. kr., tá tað stendur liðugt.
- Hetta er ein stór upphædd í kommunalum samanhangi og vísir viljan, ið samgongan hevur til politiska raðfesting á eldraøkinum, heldur Heðin Mortensen.
Raðfestingin á skúlaøkinum sæst eisini væl á fíggjarætlanini, tí tilsamans 55 mill. kr. fara til skúlar í kommununi. Nýggi skúlin á Hamrinum á Argjum, sum ætlandi verður liðugur í summar, fær 32 mill.kr. afturat. Hetta er eisini størsta einstaka játtanin á fíggjarætlanini fyri 2011. Bygt verður afturat Sankta Frans Skúla, so frítíðarskúli verður partur av skúlanum, og 1. flokkur fær nýggj høli. Harumframt eru pengar játtaðir til Eysturskúlan og Kommunuskúlan.
- Í fleiri ár hava ymsar ætlanir verið um at byggja ein nýggjan musikkskúla til børn og ung í Havn, og nú taka vit fyrsta stigið. Komandi ár skal skúlin projekterast, og til tað endamálið eru settar 4 mill. kr. á fíggjarætlanini. Tónleikur og frálæra í tónleiki hevur grundleggjandi týdning fyri havnarborgarar, og eitt sera virðismikið arbeiði er knýtt at musikkskúlanum, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.
Millum hinar íløgurnar í 2011 er eisini ein brúgv um Sandá, ið skal projekterast í næstum.
Íløgurnar hjá Tórshavnar Kommunu telja tilsamans 111,4 mill. kr.