Lágur miðalprísur

Ein lítil helmingur av fiskinum á uppboðssøluni í gjár var upsi, og hetta er ein orsøkin til, at miðalprísurin fyri øll fiskasløgini var so lágur. Uppboðssølan hjá Fiskamarknaður Føroya seldi í gjár 89 tons av fiski fyri tilsamans 781.500 krónur.

Miðalprísurin fyri øll fiskasløgini var 8,80 krónur fyri kilo.

Ein lítil helmingur av samlaðu nøgdini var upsi, sum fór fyri miðalprísin 6 krónur fyri kilo.

Sløk 30 tons vóru av toski, harav nøgdirnar av toski 4 vóru tær størstu. Miðalprísurin fyri tosk 4 var 11,28 krónur fyri kilo.

Eini 7-8 tons vóru av hýsu. Nøgdirnar av hýsu 2 vóru tær størstu, og hendan fór fyri miðalprísin 11,43 krónur fyri kilo.

Sølutølini í gjár vísa, at hóast steðgur hevur verið í veiðu og virking av fiski um jóla-og nýggjárshalguna, hevur hetta ikki ávirkað fiskaprísin, nú fiskamarknaðurin læt uppaftur.

Hinvegin var nøgdin av upsa lutfalsliga størri, enn hon vanliga plagar at vera, og hetta er ein orsøkin til, at miðalprísurin fyri øll fiskasløgini var so lágur í gjár.