Lúgva føroysk oljufeløg?

Eingin prístillaging. Fyri uml. einum ári síðan gramdu føroyingar seg um oljuprísirnar í Føroyum. Orsøkin til ónøgdina millum fólk var tann, at prísurin á oljuni fyri tunnuna fór niður, meðan prísurin í Føroyum stóð í stað.

Frágreiðingin var at hoyra í eini samrøðu í útvarpinum við ein stjóra í føroyskum oljufelag (minnist ikki hvør hann var, men oljufeløgini siga og gera tað sama), og frágreiðingin var, at oljuprísurin í Føroyum ikki lækkaði við prísinum fyri tunnuna, tí at teir keyptu inn í stórum nøgdum og máttu tískil selja olju og bensin fyri tann prís, teir høvdu givið fyri oljuna, tá hon varð keypt.
Nú er prístillaging. Hesar síðstu vikurnar hava vit sæð olju- og bensinprísirnar fylgja oljuprísinum fyri tunnuna. Hvussu ber tað til, at áðurnevnda grundgeving fyri støðugan prís – vegna prísin á innkeypinum – ikki er galdandi nú, tá ið prísurin støðugt hækkar? Hví fylgja oljuprísirnir í Føroyum við dag frá degi, tá ið prísurin er treytaður av innkeypsprísinum? Lúgva føroysku oljufeløgini, Magn og Effo, fyri at sleppa undan at lækka prísirnar, tá teir eiga at lækka, meðan oljufeløgini fylgja príshækkingunum við ódámligum ídni, tá prísurin fyri tunnuna hækkar?
Við vón um opinleika og sannleika