Torbjørn Olsen letur hósdagin upp framsýning í Snarskivuni í Havn. Framsýningin ber heitið, Líðingar, er talan um átta stór steinprent, sum Torbjørn Olsen og Grafiski Verkstaður Føroya hava staðið fyri.
Torbjørn hevur í mong ár arbeitt við líðingartemaum í altartalvum, sum hann hevur staðið fyri. Á grafiska verkstaðnum hevur hann í samband við framsýningina gjørt royndir við at umseta hesi myndaevni til steinprent.