Tá Eysturoyar Tjóðveldisfelag fer at stilla upp til næsta løgtingsval, verður javnvág millum kynini á listanum. Tað varð samtykt á aðalfundi, sum felagið helt í Norðragøtu fríggjakvøldið. Í tíðindaskrivi sigur felagið, at tað ætlar sær at leggja nógv fyri fyri at fremja javnstøðu í politikki.
-Eysturoyar Tjóðveldisfelag ætlar at leggja nógv fyri, soleiðis at eins nógvar kvinnur og menn eru í politiskum útboði, tá ið veljarin skal taka støðu til fólkaræðisligu umboðanina eftir komandi løgtingsval, stendur í tíðindaskrivinum.
Nevndarval var á skránni, og í nevndina komu Jónsvein Bjartason, formaður, Kristbjørg Toftegaard, næstformaður, Magni Joensen, ritari, Herbert Olsen, peningarøkil, Tórbjørn Jacobsen, Andrea Eldevig og Olaf í Garði Joensen.
Eykafólk eru Jóannes Johannessen og Hallur Ellingsgaard.