Líka ringt við Íslandskvotunum

Eitt innslag í Degi og Viku hevur fingið tingfólk at seta landsstýrismanninum við fiskivinnumálum spurningar um rækjuloyvi. Men hatta er einki nýtt mál, siga keldur í fiskivinnuni. Soleiðis hevur verið arbeitt við íslandskvotum í áravís

Røring kom í, eftir at Dagur og Vika segði frá, hvussu rækjuloyvi verða handlað millum skipini. Men soleiðis hava føroyskar snellukvotur undir Íslandi verið handlaðar í áravís, vísa fólk í fiskivinnuni á.
Føroyingar hava í eitt mannaminni fingið forerandi eitt ávíst tonsatal av botnfiski frá íslendingum. Serliga hava tað verið snelluskipini, sum eru sloppin at fiska hesa kvotuna. Upsa fyri tað mesta tey mongu seinnu árini. Hetta eru einastu stertar, føroyingar hava fingið fyri púra einki nakrastaðni frá. Alla aðrastaðni verður goldið fyri veiðirættindi, siga fiskivinnufólk, sum Sosialurin hevur tosað við.
Føroyskir myndugleikar hava so trúliga býtt hesar upsastertarnar út til teirra, sum einaferð gjørdu sær tann ómak at fara til Íslands eftir hesum um summarið.
Men tað var skjótt, at summir funnu útav, at hetta loysti seg ikki, og fóru at selja sín part til teirra, sum tímdu at fara eftir honum.
Dømi er um, siga keldur okkara, at bátar, sum ongantíð hava havt húk umborð yvirhøvur, men bara hava trolað undir Føroyum, eisini hava fingið hesa snellukvotu undir Íslandi, og so selt hana. Í samfull tíggju ár bar hetta til. Tá skuldi hon so, eftir sum reglurnar vóru broyttar, avhendast endaliga. Og tað varð so gjørt við at selja dagarnar til eitt línuskip. Sostatt fall tann parturin av snellukvotuni burtur.
Nú løgtingslimir eru farnir at vísa áhuga fyri rækjukvotunum, átti hetta eisini at verðið tikið við, halda fiskivinnufólk.