Líka sum Smyril

Magnus Hjelm, elektrikari umborð á St. Ola, sigur, at avloysaraskipið hjá Smyrli, er nakað tað sama at sigla við sum Smyril

Fríggjakvøldið fór St. Ola í sigling millum Havnina og Suðuroynna. Sum heild vísir tað seg, at bæði ferðafólk og manning eru væl nøgd við avloysaraskipið.
? Hetta skipið er nakað tað sama, sum at sigla við Smyrli. Størsti munurin er uppihaldsrúmini, sum eru betri umborð á hesum skipinum, sigur Magnus Hjelm, elektrikari umborð á St. Ola.
Skipið er sama stødd sum Smyril, og siglir eisini nøkunlunda eins skjótt.
? Maskinaríið kundi verið betri. Skipið man vera eini 30 ár, og tí kundi tað verið eitt sindur betri hildið.
Magnus Hjelm er av teirri uppfatan, at ferðafólkunum dámar bara heilt væl hetta skipið. Sjálvur hevur hann bara hoyrt positiva umrøðu av St. Ola.
Eftir ætlan skal St. Ola avloysa Dúgvuna um Leirvíksfjørð, tá hon skal til eftirlit. Men fyribils verður St. Ola at síggja millum Havnina og Suðuroynna.