Sumbingar fingu tað, sum teir vildu hava, tá teir fyri viku síðani vóru norðuri á Sevmýri. Og nú skulu teir aftur taka eitt stórt tak fyri at varðveita plássið í bestu deildini.
NSÍ kemur suður á Krossin av vitja, og tað kann ikki annað sigast enn, at talan er um heilt ymiskar fyritreytir hjá NSÍ og Sumba.
Onkur hevur sagt, at Sumba er minsta plássið í heiminum, sum er umboðað í 1. deild í fótbólti. 28 skúlabørn eru í bygdini, so har er ikki so nógv at taka av. Hesa ferð er liðformaðurin Jan Poulsen leikbannaður, og Sonni Kjærbo hevur ikki vant í vikuni, tí hann er skaddur í beininum.
Í Runavíkar kommunu er nógvur ungdómur og nógv fólk møtir til fótbóltsvenjingar. Í hesi vikuni hava 30 spælarar vant við 1. og 2. deild, og ivaleyst høvdu mangir av teimum, sum í dag mugu spæla við 2. deildarliðnum, verið kærkomnir at hjálpa sumbingum í bestu deildini.
Hjá NSÍ er Mortan Hansen komin aftur úr útlandinum, og sjálvt um hann neyvan verður við í dag, so er hann kærkomin álopsstyrkur tað, ið eftir er av árinum.
Tá sumbingar vóru í Runavík, endaði tað 3-0. Tá NSÍ í 1991 ? einasta árið sum Sumba hevur verið í 1. deild ? var í Sumba, vunnu teir 2-1. Í 1995 vann NSÍ 3-1 á útivølli móti Sumba/VB.