Størsta hóttanin ímóti mannarættindum er líkasæla - og kærleikin er sterkari enn bumbur, sigur Kaj Leo Johannesen, løgmaður Løgmaður helt røðu í Norðurlandahúsinum fyrrapartin, tá Amnesty International markeraði, at 60 ár eru liðin síðani heimyvirlýsingin hjá ST um mannarættindi var kunngjørd.
- Um mannarættindi skulu ráða kring heimin, mugu tit gera tykkara part og taka ábyrgd fyri tí samfelag, tit liva í. Tit mugu krevja av tykkara politikarum, at mannarættindi verða tikin í álvara, og parturin hjá Føroyum ikki liggur eftir. Tí størsta hóttan móti mannarættindum er líkasæla, segði Kaj Leo Johannesen í røðuni til miðnámsnæmingarnar.
- Vit hava hug at halda, at ágangur og brot á mannarættindi er nakað sum fer fram úti í heimi. Men tit mugu gera tykkum greitt, at mannarættindi eisini verða brotin her í okkara samfelag. Her hugsi eg serstakliga um harðskap móti kvinnum og ágang móti børnum. Tí er tað týdningarmikið at tit eru tilvitað, siga frá og krevja at mannarættindi verða vird, segði Kaj Leo Johannesen.
- Kærleiki, umsorgan og virðing eru sterkari enn bumbur, og við mannarættindum kunnu vit sigra á ágangi. Tí mannarættindi eru næstakærleiki, segði løgmaður.