Líkið hjá Amy Winehouse kannað enn einaferð

Tað var eftir øllum at døma ikki nógv mikið at kanna líkið hjá Amy Winehouse eina ferð, tí fyri stuttum var líkið hjá bretsku songkvinnuni aftur kannað av serfrøðingum.

 

Tann retsmedisinarin, sum í sínari tíð kannaði líkið hjá Amy Winehouse, var ikki nóg væl kvalifiseraður. Tí varð Amy Winehouse fyri stuttum kannað enn einaferð. Tò so er endaúrslitið framvegis, at hon doyði av alkoholeitran.

 

Tann 27 ára gamla songkvinnan varð funnin í sínari íbúð í London 23. juli 2011. Amy Winehouse varð funnin deyð í songini við sínari teldu, og við tómum brennivínsfløskum á gólvinum.

 

Songkvinnan var kend sum misnýtari av hørðum rúsevnum. Sambært lækna hennara hevði hon leingið stríðst við alkoholmisnýtsluni, men fleiri ferðir noktaði hon at fáa sálarliga hjálp, tí hon metti, at tað fór at oyðileggja hennara kreativitet.

 

Hetta veit heimasíðan hjá Gaffa í dag.