Líkið, sum norski rækjutrolarin Remøy fekk í trolið í Loynikrókinum í Barentshavinum herfyri, er nú kannað við líkskurði í Tromsø.
- Vit hava tryggjað okkum dna og fingramerki, men vit vita framvegis ikki, hvør persónurin er, sigur løgreglan í Noregi við NRK.
Loynikrókurin er altjóða sjógvur, sum liggur tætt upp at russiskum havøki.
Løgreglan vísir á, at líkið er ein maður í aldrinum millum 30 og 50 ár, sum hevur verið 180 sentimetrar høgur.
Í morgin skal ein CT-skanning gerast av líkinum, og løgreglan skal eisini gera eina ítøkiliga skráseting av klæðunum, sum maðurin var í.
- Líkið var ílatið klæðir, sum benda á, at maðurin var fiskimaður, veit norska løgreglan at siga.
Ein endalig frágreiðing um líkskurðin fyriliggur ikki enn, men løgreglan kann ikki útiloka, at líkið kann hava ligið í sjónum í fleiri ár.
- Vit fara at samanbera líkið við áður hendar vanlukkur í økinum, og í løtuni vita vit ikki, um talan er um norðmann ella annan útlendskan persón.
Løgreglan sigur tað vera væl møguligt, at tey noyðast av landinum fyri at fáa svar upp á, hvør hin sjólátni er.
Sambært norsku løgregluni er eingin norskur fiskimaður saknaður í Loynikrókinum í Barentshavinum.
- Hetta var eitt óbehagiligt upplivilsi, segði skiparin á Remøy, Kjetil Ervik, tá NRK skifti orð við mannin.