Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, er best egnaður at leiða Danmark, vísir nýggj Gallep kanning, og tað er ein kúvending frá bert trimum vikum síðani. Løkke aftur best umtóktur
Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, er best egnaður at leiða Danmark, vísir nýggj Gallep kanning, og tað er ein kúvending frá bert trimum vikum síðani.
Meiningin hjá dønum um Lars Løkke Rasmussen og Helle Thorning-Schmidt hevur broytt seg munandi eftir bert trimum vikum.
Miðan desember hildu 44% av veljarunum at formaðurin fyri Javnaðarflokkin var besti forsætisráðharrin, meðan 39% mettu Lars Løkke Rasmussen vera hin rætta. Tann myndin er fullkomiliga vend á høvdið nú, vísir ein nýggj Gallup kanning.
Kúvendingin er ein dramatisk framgongd fyri Lars Løkke Rasmussen, metir politiski viðmerkjarin, Thomas Larsen.
- Styrkta støðan er komin fyrr, enn hann á nakran hátt hevði torað at vóna. Men tað er greitt, at danir ógvuliga skjótt og beinleiðis hava viðurknt Løkke fyri at vísa sterka leiðslu. Og tað hevur allarhelst verið hansara størsti veikleiki í tíðini sum forsætismálaráðharri. Hann hevði ikki nóg týðiliga sett út í kortið, hvar hann vildi føra landið og fólkið, sigur Thomas Larsen við Berlingske Tidende í dag.
Nýggja Gallup kaningin vísir, at veljarin heilt greitt heldur vil hava Lars Løkke Rasmussen sum forsætisráðharra at leiða Danmark gjøgnum eina álvarsama kreppu. 43% halda hann vera hin besta at leiða landið, meðan bert 30% vilja hava Helle Thorning-Schmidt sum forsætisráðharra.
- Líkt er til, at tilvitanin hjá dønum um kreppuna er størri, enn bæði Løkke Rasmussen og Thorning-Schmidt hava givið sær far um. Danir eru til reiðar at løna tí leiðara, sum ógvuliga beinleiðis greiðir frá um stóru avbjóðingarnar, sum danskur búskapur hevur fyri framman, sigur Thomas Larsen við Berlingske Tidende.