Fyrrverandi danski forsætisráðharrin Lars Løkke Rasmussen er vorðin formaður í altjóða vakstrarfelagsskapinum Global Green Growth Institute, GGGI. Hann tekur við starvinum í summar eftir fyrrverandi suðurkoreanska forsætisráðharran Han Seung-soo og skal røkja tað í tvey ár.
-Eg kenni tað sum ein stóran heiður at verða valdur til formann í Global Green Growth Institute, og eg gleði meg til at gera mítt til at menna verkætlanina, sum Danmark var við til at stuðla í fjør, sigur Lars Løkke Rasmussen.
Tað var suðurkoreanski forsetin, Lee Myung-bak, sum kom við hugskotinum um GGGI á veðurlagstoppfundinum í Keypmannahavn í desember í 2009.
Global Green Growth Institute hevur 60 starvsfólk, og høvuðsskrivstovan er í Seoul í Suðurkorea.