Ein nýggj frágreiðing frá embætisfólkum í Hvítu húsunum, har embætisfólkini ávara móti at innføra norðurlendska sosialismu í USA, hevur vakt ans í Danmark. Í frágreiðingini, ið er partur av valstríðnum í USA, verður staðfest, at livistøðið í USA er í minsta lagi 15 prosent hægri enn tað í Norra, Svøríki og Danmark. Harumframt verður eisini staðfest, at í summum førum eru fátækir amerikanarar betri fyri enn ein miðal borgari í Finnland, Svøríki og Danmark.
Frágreiðingin er 72 síður til longdar og verður Danmark nevnt 20 ferðir í henni. Hetta hevur fingið fleiri danskar politikarar at finnast at tí, ið tey meta vera skeivleikar í frágreiðingini, og heita á donsku stjórnina á venda sær til amerikansku stjórnina við eini rættleiðing.
Og nú hevur Lars Løkke Rasmussen, danski forsætisráðharrin, eisini sagt sína hugsan um frágreiðingina. Tað ger hann á sosiala miðlinum Facebook.
- Eg luttaki nær sum helst í eini kapping við amerikanarar, um hvør hevur besta samfelagsbygna: Danmark ella USA? Tí eg veit, at Danmark hevði vunnið HVØRJA ferð. Í mun til USA hava vit í Danmark funnið ein góðan javnvág millum frælsi og felagsskap, byrjar Lars Løkke Rasmussen aftursvarið við.
Í svarinum leggur hann dent á, at hóast danir rinda nógv í skatt, so fáa borgararnir nógv afturfyri. Harímillum ókeypis útbúgving, sjúkraviðgerð og arbeiðsloysisstuðul. Men í einum eru amerikanarar tó betri enn danir, viðgongur danski forsætisráðharrin.
- Um tað er eitt øki, har amerikanarar eru betri enn Danmark, so er tað nokk, at teir eru betri til sjálvrós (nøkur vilja enntá siga reypa um tey ting, ið tey eru góð til). Vit danir hyggja meira kritiskt at okkum sjálvum og okkara lítla landi, meðan amerikanarar gleðast yvir alt, ið gongur gott, við stórum orðum og armrøslum, skrivar forsætisráðharrin og endar við einum spurningi til sínar landsmenn- og kvinnur.
- Kanska skulu vit blíva betri til at reypa um alt tað, ið vit eru ordiliga góð til.