Danska stjórnin vil hava greiði á, um hald er í teimum upplýsingum, sum wikileaks hevur almannakunngjørt, og sum snúgva seg um danska lutin í Irak-krígnum.
-Stjórnin tekur málið í størsta álvara, tí talan er um sera álvarssamar skuldsetingar. Tí er neyðugt at fáa fulla greiði á, hvat er farið fram, og ta frágreiðingina skulu vit hava sum skjótast, sigur Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri.
Forsætisráðharrin sigur, at hann er ikki førur fyri at gera viðmerkingar til tað, sum er komið fram. Hann ásannar, at talan er um sera álvarssamar skuldsetingar, men at tað er rætt at bíða eftir einari frágreiðing, sum kann lýsa viðurskiftini.
Sambært skjølum, sum wikileaks hevur almannakunngjørt, lótu danskir hermenn iraksku løgregluna fáa fangar, sjálvt um teir vistu, at teir kundu blíva píndir. Teir seinastu dagarnar hava nakrir danskir hermenn eisini sagt, at teir vistu, at fangar blivu píndir, og at teir fingu upplýsingarnar frá sínum egnu yvirmonnum.