Løkke á Slættaratindi: Ferðast í egnum landi

#Ferðastíegnumlandi skrivar danski forsætismálaráðharrin, staddur á Slættaratindi

Danski forsætismálaráharrin, Lars Løkke Rasmussen, ferðast í hesum døgum í Føroyum og fylgjarar hansara á Instagram fingu fyri løtu síðani boð um, at hann júst nú er staddur uppi á Slættaratindi.

- Tað er faktiskt ikki so kalt á toppinum, men her á Slættaratindi, hægsta stað í Føroyum, er eitt sindur av mjørka, skrivar hann. 

 

Afturat tekstinum hevur hann so eyðmerkt ella tagga myndina við setningunum #sommerferie og #ferðastíegnumlandi.

 

Lars Løkke Rasmussen hevur, sum flestum føroyingum kunnugt, føroyska konu og vitjar, um ikki á hvørjum ári, so so gott sum, verfamiljuna. Hann er eisini fúsur at ganga á fjalli við Gjógv, har familjan hevur seyð.