Løkke staðfest ósigurin

Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, staðfesti fyri løtu síðani í danska sjónvarpinum, at teir borgarligu flokkarnir hava tapt valið í dag, og at hansara stjórn ikki hevur tað parlamentariska grundarlagið longur. Hann legði tó afturat, at stjórnin heldur fram sum starvsstjórn.

Tí fer hann til Margrethu drotning í morgin at kunna hana um úrslitið og at mæla henni til at ráðføra seg við teir einstøku floksformenninar um nýggja stjórnarskipan.

Nú næstan allar atkvøðurnar í Danmark eru taldar, hava teir reyðu flokkarnir fingið 89 tinglimir og teir bláu 86.