Líknandi støða

Ein líknandi støða, sum tann í Runavík um vikuskiftið, var fyri tveimum árum síðan, tá Hondbóltssambandið gjørdi av, at mansliðini hjá Neistanum og VÍF skuldu spæla landskappingardyst umaftur

Neistin vann upprunaliga 38-37. Tað, sum fekk øði í vestmenningar, var ein hending stutt fyri steðgin. VÍF hevði tríggjar-metra kast, tá tvey sekund vóru eftir. Sámal Joensen royndi seg við beinleiðis skoti. Dómararnir blástu tíðina ígongd beinanvegin, og tí ljóðaði lúðurin, samstundis sum skotið frá Sámali Joensen fór í meskarnar. Dómararnir gjørdu av, at málið skuldi ikki telja við, og tí vóru vestmenningar heldur skakkir, tá teir eftir steðgin komu eftir, at teir høvdu ikki eins nógv mál, sum teir hildu seg hava. Við tepra tapinum í huga valdi VÍF at kæra dómaraavgerðina, og teir fingu viðhald.
“Vísandi til, at dómararnir í sambandi við fríkastið, ið var dømt beint fyri hálvleik, tóku eina skeiva avgerð við ikki at lata VÍF taka fríkastið umaftur, og tað vísandi til úrslitið í dystinum ikki kann avvísast, at hendan skeiva avgerðin hevur havt avgerandi týdning fyri úrslitið á dystinum, hevur Kappingarnevndin avgjørt at geva VÍF viðhald í klagu síni, soleiðis at úrslitinum á dysti nr. A134 millum Neistan og VÍF, tann 18. januar 2009 verður ógildað, og dysturin verður spældur av nýggjum,” skrivaði Hondbóltssambandið.