Læknatrotið í Danmark hevur noytt danska hervaldið at velja eina heldur óvanliga loysn. Hervaldið hevur 56 hjálparlæknastørv, men í longri tíð hevur bara annaðhvørt starv verið sett. Tí hevur herleiðslan nú leitað sær hjálp úr Pólandi, og fyribils eru níggju polskir læknar settir í starv hjá herinum. Vísir tað seg, at hetta roynist væl, ætlar herurin at fáa fatur á 10 polskum læknum afturat, tí danskir læknar eru ikki at finna.