Vit hava ivaleyst hug at gloyma, at tað ikki er so langt síðani, at vit fingu okkara góðu sjúkrahús og at læknahjálpin einaferð var so nær fólkinum, sum hugsast kundi.
Í gomlum døgum fór heimadoktarin, tá boð vóru eftir honum, uppum fjøllini fyri at bjarga mannalívum. Sama var við jarðamøðrum, sum bardu seg avstað í øllum veðri. Tað var eitt stórt kall í læknafakinum. Og virðingin fyri hesum skilvísu monnum og kvinnum, sum vóru harrar yvir lívi og deyða, hevur altíð verið stór millum manna.
Dugnaligir og væl útbúgvnir læknar eru allastaðni um heimin. Nógvir arbeiða innan sína serfrøði á nútímans sjúkahúsum. Eisini her í Føroyum. Aðrir virka dagliga ella tíðaravmarkað á privatum klinikkum í útlandinum, har meiri peningur er at vinna.
Yrkið røkkur um landamørk og á longu starvsleiðini velja fleiri læknar útjaðaran sum arbeiðspláss. Serkunnleikin og orkan skal brúkast, har boð er eftir einum. Hvønn dag fara samvitskufullir og ótroyttiligir læknar til heimsins ringastu vandaøkir, har kríggj og hungurneyð valdar, og royna við skerdari manning og útbúnaði eisini at hjálpa har fólkið er rakt av náttúruvanlukkum og herviligum umfarssóttum.
Tí tað ræður um hjá sjúkum og líðandi at koma undir læknahond sum skjótast.
Tað finnast støð kring allan heimin, har umstøðurnar og lønarkorini eru munandi verri enn her í Føroyum.
Havi tí torført at ímynda mær okkara land í læknaloysi. Og skuldi so verði, er talan um leiðslutrupulleikar og politiskt ráðaloysi, sum vanlig sjúk og treingjandi fólk ikki eiga at verða partur av.
At nakrar læknaligar sergreinir og viðgerðir skulu miðsavnast á hospitalum við tí allarmest framkomnu tólunum, og starvsfólki við spesialvitan, eru øll á einum máli um. Til allar tíðir verða fólk send á Landssjúkrahúsið, á Ríkissjúkrahúsið, ella til serliga viðgerð í Íslandi og øðrum londum. Ambulansur, tyrlur og flogfør gera tað alsamt lættari at flyta sjúklingar. Men tað skal eisini bera til at flyta læknar. Eisini her í Føroyum.
At bráðfeingis sjúklingar kunnu koma undir skjóta og køna læknahond og viðgerð í Klaksvík og á Tvøroyri er ein tryggleiki og tænasta, sum vit undir ongum umstøðum mugu taka frá so nógvum borgarum í landinum. Visjónin skuldi heldur verið at fingið hóskandi skaðastovur í Vágunum og á Sandoynni og okkara fremstu og bestu læknar at virka um alt landið.
Tað er ikki altíð, at tann umbidna serfrøðin og tey nógvu hagtølini roynast fólkinum og samfelagnum væl. Faglig og fíggjarlig argumentir tykjast at hava stutta livatíð nú á døgum.
At spurningar verða settir við álit og tilráðingar frá útvaldum nevndum, sum oftast eru bílagdar til eitt ávís politiskt projektir, er ikki so løgið. Men eitt meiri enn hundrað ára gamalt og vælvirkandi sjúkrahús, drúgva og læruríka læknasøgan og allar tær mongu innleggingarnar og lekidómurin og royndirnar, sum sjúklingar frá gamlari og nýggjari tíð hava merkt á egnum kroppi, áttu at vigað tyngri á skálini, har lagnan millum lív og deyð verður fest á blað til politiska støðutakan.
Umborð á skipum og flogførum og allastaðni har nógv fólk eru savnaði, verður altíð roynt at tryggja at lækni er í nánd, ella at tað eru sjúkrasystrar, sum í neyðuni kunnu traðka til og hjálpa.
Sjúkur eru lekjandi og varandi. Læknar eru komandi og farandi. Tað næra sjúkrahúsið verður flestu føroyingum til heilsubót. Tað verður tann góði arbeiðsmoralurin, skjóta og rætta viðgerðin, tann køna læknahondin, tey framkomnu amboðini, tann neyðuga uppvenjingin, tann neyva kunningin og besta fyribyrgingin, sum kemur at skapa eitt vælvirkandi sjúkahúsverk í Føroyum.
Vit hava bygningarnar, tey førleikamentu starvsfólkini og vónandi eisini tríggjar framskygdar og dugnaligar leiðslur. Tað góða og neyðuga samstarvið yvir um lond og býarmørk eigur eisini at bera til í Føroyum. Tað er ikki at liggja á boðunum, men at fara til verka!