Læknarnir góvu okkum onga vón

Um tríggjar mánaðir fáa foreldur Sóley endalig boð um dóttir teirra er sloppin undan HIV-smittuni, ið var í blóðnum hon fekk undir eini stórari skurðviðgerð.

- Eg trúgvi, at Sóley er frísk, men ikki fyrr enn tá tori eg at slappa heilt av, sigur Sigrið Sivertsen, mamma Sóley, nú eitt ár er farið.

Í dag er júst eitt ár liðið síðani 14 ára gamla Sóley Sivertsen úr Hoyvík fekk HIV-smittað blóð undir eini sera truplari og krevjandi skurðviðgerð á Ríkissjúkrahúsinum. Tað sum ikki átti at henda hendi, men hóast eitt ár er gingið síðani mugu Sigrið og Júst, foreldur Sóley, bíða til seinast í apríl fyrr enn læknarnir tora at geva endalig boð.

- Vit vistu, at skurðviðgerðin var sera stór og vandamikil, og at hon undir øllum umstøðum fór at fáa annað blóð. Aftaná søgdu læknarnir, at hon bløddi meir enn teir høvdu roknað við. Tað var ikki ein spurningur, um hon skuldi hava blóð ella ikki, men ein spurningur um lív ella deyða, sigur Sigrið.

Foreldrini hjá Sóley høvdu gjørt sær nógvar tankar undan skurðviðgerðina, og tankin, at hon skuldi fáa HIV-smittað blóð spøkti eisini.

- Tað plágaði meg og eg vaknaði um náttina við marruni, at nakað ræðuligt fór at henda. Men tá ið vit spurdu um vit kundu sleppa at lata blóð varð tað noktað okkum, tí tað fór at verða ov nógv stríð hjá blóðbankanum. Læknarnir vissaðu okkum um, at vit ikki skuldu stúra fyri nøkrum, vit livdu hóast alt í 1998 og HIV-smittað blóð var ikki í blóðbankanum, søgdu teir.

Ryggurin hjá Sóley var farin út av lagi og hann trýsti inn á magan og tarmarnar soleiðis at hon ikki fekk etið síðstu mánaðirnar. Hon skríggjaði av pínu, tá ið hon át.

- Eg eri glað fyri, at skurðviðgerðin ikki var eitt val sum vit skuldu taka, men nakað vit vóru noydd til. Burtur sæð frá blóðførninginum var hon stak væl eydnað og Sóley er sum eitt nýtt fólk í dag, sigur Sigrið.


Neyðarróp

Tveir dagar eftir skurðviðgerðina, tann 22. januar, fingu Sigrið og Júst tey ræðulig boð frá læknunum, at tað sum ikki átti at henda kortini var hent. Sóley hevði fingið HIV-smittað blóð í seg.

- Vit fingu ein ræðuligan skelk. Eg duldi ongantíð fyri, at eg var deyðabangin. Vit máttu hava hjálp beinanvegin og ringdu heim til familjuna og vinir. Tað er lættari at øll vita av støðuni, tí samfelagið er so lítið og vit vildu sleppa undan slatri og sleygi. Í eini slíkari støðu rópar tú til Gud um hjálp og eg veit, at nógv bóðu fyri Sóley og okkum. Tað hevur hildið henni og okkum uppi, sigur Sigrið.

Tíðin aftaná var sera ring at koma ígjøgnum. Fjølmiðlarnir í Danmark vóru sum grippar og lótu ikki føroysku familjuna fáa frið nakra staðni, antin tað var á sjúkrahúsinum ella á Hotel Tórshavn. Teir brúktu snildar og óetiskar mátar at koma í samband við tey og onnur, sum vistu um tey, og skrivaðu eina lygn fyri og aðra eftir.

- Vit vórðu rætt og slætt forfylgd bæði nátt og dag. Summi vóru hampulig, men sum heild vórðu vit illa viðfarin. Ekstra Blaðið var mest ágangandi, tey hildu vakt um náttina og tá ið tey ikki fingu prát við okkum, skrivaðu tey bara tað tey sjálv hildu. Og tað var als ikki í samsvari við sannleikan. Sóley var ein vøra sum skuldi seljast og tað gjørdust vit so ill um, sigur Sigrið.


Króktu okkum í vónina

Allir fjølmiðlarnir og læknarnir við tóku tað sum givið frá fyrstu stund, at Sóley var smittað av blóðnum, hon hevði fingið.

- Teir góvu okkum so gott sum onga vón, men tað var ein evarska lítil møguleiki, at hon kanska ikki hevði fingið smittuna, tí hon sum tann fyrsta í verðini var komin undir medisinska viðgerð beinanvegin. Vit fingu at vita, at slapp Sóley undan smittuni var hon eitt eindømi í verðini, men vit skuldu ikki gera okkum hesa vónina, sigur Sigrið.

Sóley fekk ein trýkombineraða viðgerð, sum bert var tvey ára gomul. Og fyri at gera viðgerðina enn meiri intensiva góvu læknarnir Sóley enntá væl meiri enn tað, ið svarar til hennara kropsvekt. Fyrstu dagarnar eftir skurðviðgerðina sveimaði hon millum lív og deyð, hon fekk magasár og tarmslyng av skurðviðgerðini og tað hendir, tá ið kroppurin er undir stórum trýsti. Tríggjar dagar aftaná mátti hon aftur undir skurð.

- Tá trúðu vit, at vit mistu hana, sigur Sigrið.

Hóast læknarnir ikki vildu geva foreldrum Sóley nakra vón, króktu tey seg í eina vón, sum hevur hildið tey uppi hetta árið, sum nú er farið.

- Eg trúgvi, at Sóley er frísk, men ikki fyrr enn, tá ið vit fáa endalig boð, tori eg at slappa heilt av. Læknarnir siga, at teir eru rímiliga vissir í, at Sóley ikki er smittað, men fyri ikki at lova okkum ov nógv vilja teir bíða til í apríl. Tá ið medisinið varð tikið frá Sóley í oktober søgdu teir, at um hon var smittað - og tað roknaðu teir við - kom smittan fram eftir trimum vikum, tað vil siga mánaðarskiftið oktober/november. Men tá ið royndirnar aftur vóru negativar, søgdu teir, at vit áttu at bíða til um ársskiftið. Síðsta royndin, sum vit fingu svar uppá nýggjársaftan, var eisini negativ. Til síðst í apríl, tá ið vit aftur skulu niður, taka vit royndir eina ferð um mánaðin, sigur Sigrið.


Eitt undur og eitt eindømi

Stórur medisinskur áhugi er fyri Sóley. Jan Gerthtoft yvirlækni á epidemideildini á Ríkissjúkrahúsinum, fær dagliga teldupost og fyrispurningar frá fólki kring alla verðina, ið vilja vita meiri um viðgerðina Sóley hevur fingið.

- Eg vóni, at fleiri enn Sóley fáa ta gleðina at verða frísk. Hetta er eitt undur. Tíðin hevur verið ógvuliga strævin, onkursvegna hevur tað verið ein kampur millum lív og deyð. Vit fingu bodna hjálp frá HIV-Danmark og tað havi eg verið ógvuliga glað fyri. Hagandi hava vit fingið góða ráðgeving og nógva upplýsing um tað nýggjasta innan granskingina. Menningin er ógvuliga skjót, færri doyggja av eyðkvæmi, men fleiri verða smittað. Hinvegin vita granskararnir ikki, hvussu hjáárinini eru av heiliváginum tey smittaðu fáa.

Fyri einum ári síðani hevði Sigrið ikki roknað við, at hon á nakran hátt fór at verða noydd at seta seg inn í hesa sjúkuna, sum herjar um alla verðina.

- Tað er so fantastiskt at hava eina góða heilsu, har tú kanst fara frísk upp um morgunin og fara í gongd við tíni gerðarmál. Lívið er ikki ein sjálvfylgja. Bara at fáa eitt barn sum ikki er brekað er eitt stórt undur. Tað er eitt undur ikki at fáa eina ræðuliga sjúku. Lívið verður ein røð av smáum undrum. Tá ið tú kemur út fyri eini hending sum hesari, hugsar tú meiri um lívið áðrenn og eftir deyðan. Samstundis virðismetir tú lívið meiri, tí tað er ikki ein sjálvfylgja, at vit liva til vit eru 70-80 ár. Í mótgangi fært tú styrkina. Sum tað stendur, at "sum tín dagur er skal tín styrki vera. Leggja vit alt í Guds hendur fáa vit styrki, sigur Sigrið.