Undirvísari var Ásvør Skaalum, sálarfrøðingur við eftirútbúgving innan
processráðgeving á arbeiðsplássum.
Skeiðleiðari var Sæunn Ólavsdóttir Hansen.
Endamálið við eftirútbúgvingarskeiðnum var at stuðla og menna læknaskrivararnar
fakliga so væl sum persónliga.
Arbeiðið hjá læknaskrivarum verður alt meira fyriskipandi og samskipandi.
- Við atliti til Talgildu Heilsuskipanina, sum nú verður implementerað á Landssjúkrahúsinum, er umráðandi, at læknaskrivararnir tillaga seg ávísar trupulleikar hesum viðvíkjandi, sigur Læknaskrivarafelagið í tíðindaskrivi.
Tað er stórur tørvur á læknaskrivarum. Í løtuni eru tríggir undir útbúgving sum læknaskrivarar, og ætlanin er at taka tríggjar inn afturat 1. september í ár.
Ein kanning, sum ”Det nationale Forskningsinstitut” fyri Arbeiðsumhvørvi hevur
gjørt, sýnir, at læknaskrivarar og læknar eru millum teir 10 fakbólkarnir, sum eru mest strongdir.