Læknavaktin kiksaði

Portørar á Landssjúkrahúsinum vórðu sendir til Klaksvíkar eftir einum sjúklingi, sum skuldi á Klaksvíkar Sjúkrahús

Av og á henda mistøk í skipanini við Læknavaktini, og eitt slíkt mistak hendi sunnumorgunin.
Ein eldri kvinna í Klaksvík kendi seg illa, og ein avvarðandi ringdi tí til Læknavaktina.
Trý korter seinni ringdi ein portørur á Landssjúkrahúsinum til Klaksvíkar og boðaði frá, at teir vóru á veg norður.
Avvarðandi, sum tók telefonina, bað teir um ikki at koma, tí viðkomandi kundi sjálv koyra tað eldri konuna á Klaksvíkar Sjúkrahús.
- Nei, segði danski læknin , sum ikki skilti føroyskt, sjúklingurin skuldi á Landssjúkrahúsið.
Men tá hevði sjúklingurin fingið tað betri, so óneyðugt var at fara á nakað sjúkrahús.
Fimm korter seinni komu tveir portørar av Klaksvíkar Sjúkrahúsi eftir konuni.

Vistu einki
- Klaksvíkar Sjúkrahús hevði fingið boð um, at ein sjúklingur var á veg, men tá ið tey spurdu portørarnar á teirra sjúkrahúsi eftir sjúklinginum, vistu teir einki um nakran sjúkling, sigur ein avvarðandi.
Ikki er greitt, hvør hevur ábyrgdina av, at portørararnir á Landssjúkrahúsinum fingu boð um at fara til Klaksvíkar, samstundis sum Klaksvíkar Sjúkrahús fekk boð um, at ein sjúklingur var á veg.
Hetta kann Heilsumálaráðið ikki svara uppá, tí tey vita ikki um hesa ávísu hendingina.
Tað plagar ikki at vera nakar vansi, at ein danskur lækni situr á Læknavaktini, tí vanlig mannagongd er, at ókunnuguir læknar koyra út í staðin fyri at sita við telefonina. Upplýst verður eisini, at danski læknin, sum hevði vakt sunnumorgunin, fleiri ferðir áður hevur avloyst í Føroyum.
Heilsumálaráðið heitir á tey, sum hava okkurt at finnast at Læknavaktini, um at venda sær til Heilsumálaráðið ella Landssjúkrahúsið, sum broytir mannagongdirnar, um tað er neyðugt.