Læknin er bjartskygdur

LÆKNAVAKT. Andreas Petersen, kommunulækni í Gøtu, heldur, at skaðar, elvdir av alkoholi á Eystanstevnu, fækkast

Brotnar nasar, blóðroyndir og skaðar av falli. Slíkt er mest vanligu orsøkirnar til, at læknin, ið hevur vakt á Eystanstevnu, verður kallaður til arbeiðis. Men sligin høvd, ávirkaðir bilstjórar og snávaðar fyllibyttur fækkast í tali.


Drekka við máta

Tað er sum kunnugt brennivínið, sum í størsta mun elvir til, at arbeiðsbyrðan hjá læknanum á stevnuvakt kann gerast tyngri enn vanligt. Men Andreas Petersen, kommunulækni í Gøtu, sum kanska verður ein teirra, ið verður á vakt á Eystanstevnu, er ikki í iva um, at eysturoyingar og stevnugestir í dag duga betur enn áður at handfara rúsandi løgin.

- Vit hava tvær fastar stevnur í oynni. Varmakeldu og Skálafjarðarstevnu. Og nógv fólk kemur saman. Men vit kommunulæknar taka ongi serlig stig fyri tað. Tíbetur er støðan við alkoholnýtsluni batnað munandi seinastu 10 - 15 árini, sigur kommunulæknin, sum kortini leggur dent á, at tað er alkoholið, sum enn í størstan mun er arbeiðsgevari hjá læknanum, stevnudagarnar.


Minni ólevnaður

Illstøður, sum kunnu standast av høgum promillum, koma eisini fyri á Eystanstevnu, sum á øðrum stevnum. Og eftir loknan bardaga noyðist læknin ofta upp í leikin við nál og tráði. Men sambært arbeiðsbókini hjá Andriasi eru hesir samanbrestir eisini fækkandi. Tað verður snøgt sagt ikki tikið líka rívan til, sum áður, tá ið tað var púra vanligt, at menn í andligum ólagi gingu og veipaðu við ovurstórum Akvavittfløskum.

- Støðan er nógv meira avdempað nú. Nú er minni ólevnaður. Færri slagsmál og bilvanlukkur, elvdar av alkoholi, sigur Andrias Petersen.


Fegnast um sjúkrabilin

Læknin í Gøtu fegnast um, at sjúkrabilur hevur verið í Eysturoynni síðan 1988. Hann heldur tað vera serliga týdningarmikið, at hesin bilur er mannaður við monnum, ið eru vanir at veita fólki fyrstuhjálp.

- Tað kann jú koma fyri, at onkur unglingur verður illa fyri á Eystanstevnu. Men samstundis kann onkur sjúka, ið krevur bráfeingis viðgerð, stinga seg upp á Eiði, sigur kommunulæknin, sum hevur ábyrgdina av allari Eysturoynni og landnyrðingspartinum av Streymoynni.


Barometrið hevur týdning

Eins og aðrir spentir eysturoyingar, vónar kommunulæknin, at veðrið verður gott. Hetta hevur týdning fyri talið á skaðatilburðum. Hagtølini benda á, at regn og illveður hevur við sær nógv fleiri illstøður, ið serliga standast av, at fólk trokast inni í ymsu dansihølunum. Vakrar summarnætur, spjaðast mannmúgvurnar kring býin, og hugurin at drekka minkar, tí lagið longu er nóg gott.

- Men mann veit ongantíð nær okkurt hendir. Ofta eru boð eftir kommunulæknanum, tá ið ein minst væntar tað, sigur Andrias Petersen.

Teir tríggir vaktardagarnir um Eystanstevnu verða væntandi býttir millum Knút Jacobsen á Eiði, Andrias Petersen og Sverra Lamhauge í Runavík.lkini, sum eru uppvaksin og hava røtur her dáma tað ikki. Men tilflytararnir leggja ikki so nógv í tað, sigur hann.

Glyvramaður, saltangarámaður ella runavíkingur?

Teir hava í hvussu so er tann fyrimun, at teir bæði kunnu kalla seg bygdarfólk og býarfólk.

-Í Runavíkar kommunu búgva 2400 fólk og tað er nóg stórt at vera ein býur. Men hvør sær eru tær tríggjar størstu bygdirnar í kommununi Glyvrar, Saltangará ella Runavík ikki nóg stórar til at bera býarheiti. Í Saltangará, búgva ikki meira enn eini 800 fólk, sigur Niels Jacob Nielsen.