Læknin fer at gera sendingar úr Føroyum

Nú hevur Danmarks Radio gjørt av, at sjónvarpslæknin skal gera tvær sendingar úr Føroyum í summar. Læknin kemur til landið seinastu vikuna í mai og steðgar tvær vikur

Sendingarnar, sum danski sjónvarpslæknin Peter Qvortrup Geisling fer at gera úr Føroyum, verða tvær í tali. Tær hava fyrst og fremst til endamáls at varpa ljós á føroyska sjúkrahúsverkið. Ætlanin er somuleiðis at gera innsløg frá øllum trimum sjúkrahúsunum í landinum, har fylgt verður við sjúklingum.
Danski læknin sigur seg vera sera ovfarnan av, hvussu væl føroyska sjúkrahúsverkið virkar, og vil hann fegin lýsa tað í hesum sendingunum.
Fyrireikararnir av vitjanini hjá læknanum her í Føroyum herfyri, IRIS úr Klaksvík, hava júst verið í Danmark, har teir hava fundast við leiðsluna á DR um, hvussu alt skal fyriskipast í sambandi við sendingarnar.
? Okkara leiklutur kemur at verða umboð fyri báðar partar. Ella rættari eitt millumlið millum DR og sjúkrahúsverkið. At útvega kontaktir og annað, sigur Niclas Heri Jákupsson, annar av teimum í IRIS.
Hann sigur frá læknanum, at hesin varð so positivt yvirraskaður av Føroyum, tá hann var her, og hann ætlar at seta ljós á tey góðu og vælvirkandi viðurskiftini her í landinum í sínum sendingum.
Danski sjónvarpslæknin Peter Qvortrup Geisling kemur hendanvegin aftur í mai og steðgar sum sagt í tvær vikur.

Myndatxt:
Peter Qvortrup Geisling fer at gera tvær sendingar úr Føroyum, sum skulu takast upp síðstu vikuna í mai og fyrstu í juni