Læknin hjá Michael Jackson var fyrr í kvøld dømdur fyri óviljað manndráp.
Eitt nevningating funnu læknan, Conrad Murray sekan í deyða Michaels í juni mánaði 2009.
Nevningarnir komu fram til hesa støðuna eftir at hava verið saman frá fríggjadegi til í dag.
Sjónvarpssíggjarar kring allan heimin kundu fylgja við avgerðini, tá hon fyri góðum tíma síðani varð lisin upp í rættarhølinum.
Avgerðin merkir, at hin 58 ára gamli læknin kann dømast til fýra ára fongsul fyri dugnaloysið sítt í samband við andlátið.
Undir rættarviðgerðini kom fram, at Murray var alt ov seinur at boða alarmsentralinum frá, tá hjartað hansara steðgaði.