Fyrrverandi løgtingslimurin, Óli Breckmann hevur virkað innan politikk síðan 1974, men var ikki valdur inn í januar. Nú er líkt til at hann fær enn ein møguleika Nýggja ABC-samgongan gevur Fólkaflokkinum tríggjar landsstýrissessir. Jørgen Niclasen, Annika Olsen og Jacob Vestergaard koma at sita har. Hetta merkir at fyrsta, annað og triðja varafólk sleppa at síggja dagsins ljós í Løgtinginum.
Triðji maður á listanum hjá Fólkaflokkinum er Óli Breckmann, sum í dag arbeiðir fulla tíð sum lærari á Studentaskúlanum og HF-skeiðnum í Hoydølum.
Hann hevur gjørt greitt, í fjølmiðlunum, at hann trívist væl aftur í sínum borgarliga starvi. Men ikki er enn vist um hann kemur at halda áfram har. Ikki bar til at fáa viðmerking frá honum hesum viðvíkjandi.
Fer Óli Breckmann ikki í Tingið, er Rodmundur Nielsen næsti maður, eftir hann er Kitty May Ellefsen á listanum.