Fleiri nálamerki vórðu funnin á líkinum hjá Michael Jackson. Gitt verður, at hesi stava frá nýtslu av sovimedisini Tað siga tær báðar amerikonsku sjónvarpsstøðirnar, CNN og ABC, seg vita frá dulnevndum keldum.
CNN skrivar, at talan væl kann vera um merki, sum stava frá eini stórari nýtslu av Diprivan, ið er doyvandi heilivágur, ið ofta verður nýttur, tá sjúklingar skulu undir skurð.
Sambært fleiri keldum vórðu hópatals fløskur við Diprivan funnar í heiminum hjá Michael Jackson, sum andaðist 25. juni.