Higartil í dag hava allir teir bátarnir vunnið, sum vóru bestir á Norðoyastevnu, og soleiðis var tað eisini, tá ið 6-mannaførini við monnum kappaðust.
Lómur fekk besta startin, og Lómur var fremstur allan vegin. Riddarin royndi at fylgja við, og tað eydnaðist betri, enn tað gjørdi fyri viku síðani. Onkra løtu át Riddarin eitt sindur av muninum inn aftur, so fjarstøðan fram til Lóm minkaði til eina hálva bátslongd, men Lómur tóktist alla tíðina at hava greitt tak á tingunum, og á málinum var hann eina bátslongd frammanfyri Riddaran, ið aftur var meiri enn tvær bátslongdir frammanfyri Skúgv.
Merkisvert var tað, at tríggir bátar, sum vóru við á Norðoyastevnu, ikki eru við í dag. Talan var um Jarnbard, Gongurólv og Sundabátin.
6-mannafør menn
1 Lómur 07:18.05
2 Riddarin 07:20.14
3 Skúgvur 07:26.04
Støðan
1 Lómur 14
2 Riddarin 12
3 Skúgvur 10
4 Sundabáturin 4