Lán við rentulofti

Føroya Sparikassi er farin undir at bjóða sínum viðskiftafólki lán við sokallaðum rentulofti. Fyri eitt ávíst gjald fáa viðskiftafólk ásett eitt rentuloft tey næstu sjey árini, men fáa samstundis ágóðan av einari møguligari lárentu

Lántøka

Nú verður møguligt at taka lán við rentulofti í sjey ár fram. Vanliga tá fólk taka eitt lán verður kann rentan vera skiftandi ? bæði upp og niður. Hetta eru lán við sokallaðari variablari rentu. Har tað er talan um eina rentu, sum skiftir alt eftir rentu- og fíggjarstøðu. Í løtuni er rentan á útlánum í Føroyum søguliga lá. Vit skulu heilt aftur til fimmtiárini fyri at finna eitt líknandi lágt rentustøði. Í búskaparliga óveðrið kann rentan fara nógv upp, men hon kann sjálvandi eisini fara munandi nógv niður. Føroya Sparikassi bjóðar nú sínum viðskiftafólki ein lánimøguleika, har álagt verður eitt rentuloft, soleiðis at rentan ikki kann fara upp um eitt ávíst og harvið sparir tí einstaka lánstakaranum fyri óvæntaðum meirútreiðslum.

Trygging
Boðini úr Føroya Sparikassa ljóða, at hetta er ein trygging fyri kundarnar, ið velja at taka eitt lán. Lánini eru serliga ætlaði sum 1. veðrættar lán, tá hetta minkar um risikoina hjá peningastovninum.
?Kundarnir kunnu við hesum tryggja seg ímóti óvæntaðum rentuútreiðslum, og teir fáa samstundis ágóðan av einum lágum rentustøði, sigur Bjarni Olsen, stjóri í Føroya Sparikassa.
Eins og við øðrum tryggingum, so kostar henda trygging eisini. Í løtuni er kostnaðurin 3,5% av restskuldini á láninum, ið tryggjað verður. Hetta gjald kann annaðhvørt leggjast omaná lánið ella gjaldast kontant.
Sum dømi kann nevnast, at rentan í dag lliggur um fimm prosent. Um tú lænir 700.000 kostar hetta tær 3.408 kr. um mánaðin eftir rentustuðulin er latin, fyrsta árið. Fer rentan upp, so vil tað sjálvsagt kosta meira at gjalda hetta aftur, og har er heldur einki rentuloft.
Við einum rentuloft verður lánið til 724.000. Rentan verður somuleiðis fimm prosent, og tað fyrsta árið verður útgjaldið 120 kr. meira ella 3.528 kr. um mánaðin eftir rentustuðul. Renuloftið verður lagt við sjey prosent, t.e. rentan á rentuloftaláninum kann ikki fara uppum sjey prosent. Hetta er galdandi í sjey ár fram.
?Rentuloftið kann teknast av øllum, men er fyrst og fremst ætlað teimu, ið hava sethúsalán við langari afturgjaldstíð. Á slíkum lánum er gjaldið viðbrekið fyri størri rentubroytingum, sigur Marner Jacobsen, forstjóri í Føroya Sparikassa.