Páll á Reynatúgvu
Frættist nú um dagarnar, at fíggjarmálaráðharrin, skuldi út at leita eftir láni, at fíggja hall landskassans við. Tankarnir leita tí aftur til løgtingssamtyktina frá apríl 2006, um at einkilja Føroya Banka og treytirnar sum samtyktin bygdi á.
Samd fíggjarnevnd, Anfinn Kallsberg, Vilhelm Johannesen, Lisbeth L. Petersen, Kaj Leo Johannesen, Kári P. Højgaard, Karsten Hansen og Páll á Reynatúgvu, mæltu Løgtinginum til at einskilja Føroya Banka, men við greiðum treytum, tí nevndin tryggjaði sær at samtyktin hjá Løgtinginum bygdi á hesar fyritreytir.
27.apríl 2006 sigur álit frá samdari fíggjarnevnd.
»Nevndin tekur undir við at einskilja Føroya Banka, men leggur dent á, at peningurin sum fæst burturúr einskiljingini, ikki bara hesari, men eisini øðrum einskiljingum landsins, verður nýttur at niðurgjalda skuld landskassans, og/ella at seta í ein búskapargrunn.«
Løgtingið samtykti við aðru og endaligu viðgerð uppskotið við atkvøðunum 26 fyri, 0 blankari, og 1 ímóti. Við øðrum orðum hevði landsstýrismaðurin í fíggjarmálum grundarlag fyri einskiljingini. Tó skuldi peningurin sum kom inn fyri søluna, nýtast til at niðurgjalda skuld landskassans við.
Enn havi eg ikki sæð nakran miðil, ella nakað umboð fyri fjórða valdið í landinum, sett seg inn í treytirnar fyri einskiljingini og viðgjørt um tær nú eru hildnar sambært løgtingssamtyktini. Tað sum serliga er áhugavert, nú nógv verður tosað um ein ov tungan samfelagsrakstur, er um hesir pengar sum ikki kundu nýtast til rakstur, eru nýttir til rakstur, og hvussu stórur partur, í so fall.
Endamálið hjá okkum, sum so avgjørt ynsktu at peningurin fyri einskiljingina av Føroya Banka fór í Búskapargrunn Føroya (sum ikki var samtyktur og stovnaður) varð at framtíðartryggja føroyska samfelagið við peninginum, og at forða fyri ov stórum trýsti, um ein vaksandi rakstrarkarm hjá føroyska samfelagnum.
Enn er almenningurin ikki kunnaður um hvar, og hvussu stórur partur at inntøkuni fyri einskiljingina av Føroya Banka er nýttur. Tað átti at verið ein ábyrgd hjá “onkrum” at fingið svarað tí spurninginum.
Um so er, at einasti ágóðin føroyski borgarin hevur fingið burturúr søluni av Føroya Banka, er økt samfelagstrýst um meiri lántøku, so er cirkuskarusellin fullkomin. Men enn kunnu vit bert gita at so er, tí lítið verður gjørt, fyri at vit skulu vita, um so er.