Tað er fyrst og fremst góði fiskiskapurin og góðir fiskaprísir, ið leggja lunnar undir stóra vøksturin í lønarútgjaldingum seinastu 12 mánaðirnar. Undir »fiskiskapur« er vøksturin næstan 100 milliónir krónur ? talið er vaksið úr 367 mió. upp í 449 mió. krónur.
Hetta vísa tølini frá Hagstovuni fyri tíðarskeiði juli 97 til juli 98.
Og ringarnir spreiða seg. Handilsídnaðurin er í fullum farti á veg uppeftir. Her eru stívliga 20 milliónir meira goldnar í lønum seinasta árið. Tað sama er í roynd og veru galdandi innan at kalla allar vinnugreinar. Fiskavøruídnaður er farin úr 133 up í 148 mió. kr. í lønarútgjaldingum seinasta árið. Tað sum Hagstovan kallar »ídnaður annars« er seinasta árið vaksið við 5 mió. kr. ? úr 64 mió. kr. upp í 69 mió.
30 mió. meira
til fyrisiting
Eisini almenna fyrisitingin er í føgrum blóma, tá tað kemur til samlaða lønarútgjaldið. 27 milliónir krónur eru goldnar meira í løn til fólk í almennum fyrisitingarstarvi vísa tølini. Heilsu- & almannaverkið hevur eisini havt ein vøkstur í lønarútgjaldingum ? úr 269 mió í juli í fjør til 279 mió. kr. í ár ? ein vøkstur upp á tilsamans 10 mió. kr.
Sjálvt »Felagsskapir, mentan« hava fingið eitt kvink upp eftir. Her er vøksturin seinasta árið 1 mió. kr.