Býtið av lønargjaldingunum millum kynini er lítið broytt seinastu árini. Mannfólk fáa uml. 2/3 av samlaðu lønargjaldingunum meðan konufólk fáa 1/3 Hóast býtið sær út til at vera rættuliga støðugt, eru broytingar at hóma. Tá vøksturin í samlaðu lønargjaldingarnar steðgaði á, summarið 2003 til summarið 2005, minkaði munurin nakað. Prosentbýtið áðrenn 2003 var umleið 67 og 33 meðan tað í dag er umleið 64 og 36. Tá munurin var minstur var prosentbýtið 62,6 og 37,2. Hetta vísir ein uppgerð, sum Hagstovan hevur gjørt.
Um gjørt verður eitt lønarvísital har lønargjaldingarnar verða settar til 100 í januar 2001 sæst at lønargjaldingarnar til konufólk eru støðugt vaksnar alt tíðarskeiðið, meðan lønargjaldingarnar til mannfólk hava staðið í stað ella eru minkaðar ein part av tíðarskeiðnum.