Mannfólk fáa á leið tveir triðingar av samlaðu lønargjaldingunum meðan konufólk fáa ein triðing. Hóast býtið sær út til at vera rættuliga støðugt millum kynini, eru broytingar at hóma. Tá vøksturin í samlaðu lønargjaldingunum steðgaði á sumri 2003 til summarið 2005, minkaði munurin nakað. Prosentbýtið áðrenn 2003 var umleið 67 og 33 meðan tað í dag er umleið 64 og 36. Tá munurin var minstur var prosentbýtið 62,6 og 37,2.