Lønarhækkingin má helst ikki verða meiri enn 2-3 %

?Verða lønarhækkingarnar ov stórar, fer tað at gera kappingarførið verri. Hinvegin er okkara kappingarføri batnað seinastu árini. Men enn er tað ikki nóg gott. ? Og tað hevur stóran týdning at halda fast um gongdina, tí lítið skal til, áðrenn tað aftur fer at ganga skeiva vegin, sigur formaðurin í Búskaparráðnum, Bjarni Olsen

? Tað er neyðugt at hugsa um kappingarførið hjá føroyska vinnulívinum.

?Og tað, sum hendir á tí almenna arbeiðsmarknaðinum, hevur eisini ávirkan á okkara kappingarføri.

? Tí viðurskiftini á tí privata og tí almenna arbeiðsmarknaðinum fylgjast ofta at.

Bjarni Olsen, formaðurin í Búskaparráðnum, mælir til varsemi í lønarsamráðingunum ímillum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálastýrið.

Sáttmálasamráðingarnar ímillum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálastýrið hava staðið í botni í fleiri dagar og í gjáramorgunin røktist onki fyri eini loysn.

Tað skilst, at tað er rættiliga stórur munur ímillum tað, sum Starvsmannafelagið vil góðtaka, og tað, sum fíggjarmálastýrið vil ganga við til.

Tað er serliga lønarspurningurin, sum skilir partarnar.

Vit hava spurt Bjarni Olsen, formann í Búskaparráðnum, hvat hann heldur um lønarspurningin útfrá einum samfelags búskaparligum sjónarmiði.


Mælir til varsemi

BjarniOlsen sigur, at tað, sum hendir á almenna arbeiðsmarknaðinum nú, hevur eisini týdning fyri tað, sum fer at henda á privata arbeiðsmarknaðinum, tá ið samráðingar verða ímillum arbeiðsgevararnir og tey feløgini um ein mánaða.

? Tí tað vísir seg ofta, at tann privati arbeiðsmarknaðurin og tann almenni arbeiðsmarknaðurin fylgjast ofta.

? Tvs, at tær lønarhækkingar, sum samráðingarnar á almenna arbeiðsmarknaðinum føra til, fara at verða brúktar sum barometur í samráðingunum, sum verða á á privata arbeiðsmarknaðinum, um ein mánaða.

? Og á tí privata arbeiðsmarknaðinum er tað neyðugt at hugsa um tær vinnur, har vit kappast við vinnur í øðrum londum.

?Í hesum samráðingunum ímillum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálastýrið er tað sostatt eisini neyðugt at hugsa um kappingarførið hjá føroyska vinnulívinum sum heild, sigur formaðurin í Búskaparráðnum.

Tí mælir Bjarni Olsen til at vísa afturhald í lønarkrøvunum.

Hann sigur, at tá ið vit tosa um kappingarvinnur í Føroyum, er tað fyrst og fremst Flakavirkini, sum renna okkum til hugs.

? Og í tí sambandinum er tað neyðugt at hyggja at gongdini í lønarlagnum í londunum rundanum okkum.

? Og eg vildi hildið, at lønarvøksturin í londunum rundanum okkum, skuldi eisini verið loftið fyri, hvussu stóran lønarvøkstur, vit skulu hava í Føroyum.

Bjarni Olsen sigur, at í útlondum verður mett, at lønarvøksturin fer at verða 2-3%.

?Tvs, at verður lønarvøksturin í Føroyum meiri enn í útlondum, versnar okkara kappingarføri.

Formaðurin í Búskaparráðnum sigur, at sálvandi eru eisini onnur viðurskifti, sum gera seg galdandi.

? Tí tað er ikki bara lønarlagið, sum er avgerandi fyri kappingarførið.

? Framleiðslumegin hevur eisini stóran týdning, tvs, hvussu nógv hvør eind kostar at framleiða.

? Tað er eisini eitt sindur ymiskt frá vinnu til vinnu.

? Tí er tað kanska nakað kantut at áseta eitt loft uppá 2-3%.

? Men tað er kortini eitt sera týdningarmikið tal at hava í huganum í lønarsamráðingunum, tí tað er ein sera hent leiðbeining at hava, sigur formaðurin í Búskaparráðnum.


Kappingarførið versnar

Bjarni Olsen sigur, at verður lønarvøksturin í Føroyum meiri enn hesi 2-3 prosentini, fer okkara kappingarførið mótvegis útheiminum at versna samsvarandi, uttan so, at framleiðslumegin veksur og vigar upp ímóti lønarvøkstrinum.

Man hann ivast í, um tað er væntandi, at vit okkara framleiðslumegi fer at økjast afturímóti framleiðslumegini í øðrum londum.

Formaðurin í Búskaparráðnum sigur, at hesi seinastu árini er kappingarførið hjá vinnulívinum í Føroyum batnað.

? Men tað kemur nettupp av, at lønarlagið í Føroyum hevur staðið í stað seinastu árini, samstundis sum tað er hækkað í londunum rundanum okkum.

Hann leggur dent á, at enn er kappingarførið rættiliga veikt.

? T.d. hava vit næstan onga aðra vinnu, enn fiskivinnu í Føroyum.

? Ein orsøk til tað er júst tann, at kappingarførið er so vánaligt, at tær kasta onki av sær.

? Skulu vit tí gera okkum vónir um at menna aðrar vinnur í Føroyum, er tað eisini neyðugt at bøta um kappingarførið.

? Tí er tað neyðugt at halda fast um gongdina, sum hevur verið hesi seinastu árini, tvs, at lønarvøksturin í Føroyum verður minni enn lønarvøksturin í útlondum.

? Vit hava givið okkara kappingarførið alt ov lítlan ans higartil.

? Og skulu vit gera okkum vónir um at menna aðrar vinnur enn fiskivinnuna, er tað neyðugt at hugsa nógv meiri um kappingarførið, enn vit hava gjørt.

? Flakavirkini eru at kalla einasta vinna, vit hava, sum kappast ímóti vinnulívinum í øðrum londum.

? Tað er tó ongin loyna, at tey hava havt tað ómetaliga trupult.

? Men tað, at lønirnar hava staðið í stað og at kappingarførið tískil er batnað, er kanska júst ein gund til, at okkara flakavirki nú eru farin at standa seg betri í kappingini og eru farin at kasta nakað av sær, sigur Bjarni Olsen.

Hann leggur afturat, at hann heldur ikki, at lønirnar skulu haldast niðri, bara fyri at halda tær niðri.

? Men eg haldi, at tað hevur ómetaliga stóran týdning, at vit tálma lønarvøkstrinum, so at vit fáa fóta okkum ordiliga, nú tað er farið at ganga rætta vegin.

? Og ein neyðugur partur í hesum vinnupolitikkinum er, at verða lønirnar hækkaðar, skal tað verða rúmd fyri tí í mun til lønarlagið og hjá kappingarneytan, og tað skal eisini verða rúmd innanfyri ein vøkstur í okkara framleiðslumegi mótvegis okkara kappingarneyta og okkara dugnaskapi annars.

Hvat hendir so, um lønarúreiðslurnar hjá landinum hækka 10%, fyri at nevna eitt tal?

Ert tú samdir við fíggjarmálaráðharranum í, at tað kann koma at elva til uppsagnir seinni, um inntøkurnar hjá landskassanum minka aftur.

? Tað er ikki vist tað hevur nakran beinleiðis vansa.

? Førir ein lønarhækking uppá 10% til limirnar í Starvsmannafelagnum við sær, at lønarvøksturin í samfelagnum sum heild verður tann sami, veksur skattagrundarlagið eisini tilsvarandi, og so er tað ikki vist, at landskassin missir nakað serligt.

? Men tað hevur ringa ávirkan á samfelagsbúskapin sum heild útfrá tí, eg havi sagt um Kappingarførið.

Men tað er kortini ein vansi við eini lønarhækking:

Bjarno Olsen sigur, at hann er samdur í, at Landskassin hevur tað gott í løtuni.

? Men tað er mest tí, at fiskiskapurin hevur verið góður og prísirnir eisini.

? Og tað kann so skjótt broytast aftur.

? Í veruleikanum skal tað lítið til, áðrenn landskassin missir fleiri hundrað milliónir

? Og so kemur Landsstýrið í eina støðu, har tað skal gera av, um skattirnir skulu hækka fyri at varðveita almenna tænastustøðið, ella um tænastustøðið skal lækka, og so mugu antin fólk sigast upp, ella tað skal sparast í almennu útreiðslunum aðrar vegir.

? Bjarni Olsen sigur at veruleikin er jú at føroyingar forvinna ikki meiri enn vit framleiða fyri.

? Og so er tað fullkomiliga líka mikið, hvussu langt upp, vit skrúva lønirnar.

? Tað ber ikki til bara at skrúva lønirnar upp og so varðveita framleiðsluna. ? Tað, sum lønin verður skrúva upp, missa vit í aðrar mátar.

Eitt, sum Starvsmannafelagið førir fram, er, at tey hava víst samfelagsinnið við at fara 8% niður í løn í kreppuæárunum.

Og tey halda, at tað er ikki annað enn rímiligt, at tey fáa tað aftur nú?

? Ja, men tað er fortíð. ? Og samfelagsbúskaparliga hongur tað ikki saman, at tað nú skulu hava tað aftur, sum tey hava mist í fortíðini.

? Nú er tað framtíðina, sum vit skulu byggja á. Tað er framtíðin tað snýr seg um.

? Og tað eru framtíðarútlitini, sum mugu vera útgangsstøðið í tí, sum verður gjørt nú, sigur Bjarni Olsen.

Vit fingu tíverri ikki fatur á formanninum í Starvsmannafelagnum, áðrenn blaðið fór til prentingar. Vit vóna tó at fáa eina viðmerking frá Gunnleivi Dalsgarð til blaðið í morgin.