Vanliga sammeta vit í Føroyum okkum við lond sum Ongland, Danmark, Noreg, Finnland og Frankaríki.
Sambært tølum hjá International Lønstatistik, so er lønarhækkingin í hesum londum í 2002 millum 4 og 5 prosent. Tølini eru fyri 4. ársfjórðing í 2002.
Tað er Dansk Arbejdsgiverforening, sum letur hesi tøl úr hondum.
Danska lønarhækkingin nevnda tíðarskeið er uppá 4,6% og í Noreg er hækkingin 5%.
Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur sagt seg vilja laga seg eftir miðallønini í Europa og hevur bert boðið føroyska arbeiðaranum eina hækking uppá 3,4%.