Sambært nýggju lønartalvunum hjá Føroya Pedagogfelag er eyðsæð, at tað eru leiðararnir á dagstovnunum, sum hava fingið størsta lønarvøksturin.
Leiðarastørvini eru nevniliga umflokkaði, so heldur enn at byrja í 20. lønarflokki, byrja leiðararnir á minstu stovnunum nú í lønarflokki 25. Samstundis eru stovnarnir flokkaðir av nýggjum, so heldur enn at hava fimm ymiskar støddir eru stovnarnir nú býttir í tríggjar støddir.
Leiðarar á minstu stovnunum, kunnu tí vænta sær eina lønarhækkan upp á yvir 3.400 krónur um mánaðin. Byrjunarlønin hækkar úr 29.949,93 krónum upp í 33.409,72 krónur. Endalønin hjá teimum veksur úr 32.968,30 krónum upp í 36.695,72 krónur. Harumframt tekur tað nú seks ár at náa endalønini, í mun til átta ár eftir gamla sáttmálanum.
Byrjunarlønin hjá leiðarum á miðalstórum stovnum er farin úr 31.971,76 krónum upp í 35.459,86 krónur og endalønin úr 34.974,42 upp í 37.635,80 krónur.
Hjá leiðarunum av landsins størstu dagstovnum er byrjunarlønin hækkað úr 33.974,86 krónum upp í 36.531,83 krónur, og endalønin úr 36.938,61 krónum upp í 38.773,34 krónur.
Leiðarar á bústovnum hava eisini fingið eina lønarhækkan, tó ikki líka stóra sum dagstovnaleiðararnir.
Byrjunarlønin hjá bústovnaleiðarum er vaksin við millum 1.500 og 2.000 krónum, alt eftir stødd á bústovninum, meðan endalønin er hækkað við millum 1.500 og 1.800 krónum. Her er eisini tann broyting hend, at leiðararnir nú náa hægsta lønarstigið eftir seks árum, heldur enn sjey ár, sum tað var eftir verandi sáttmála.
Lønarhækkingin hjá leiðarunum svarar tí til 11,6 prosent. Til samanberingar kann nevnast, at byrjunarlønin hjá hjálparfólkum hækkaði við góðum 900 krónum og hjá pedagogum við 400 krónum, tað svarar til ávikavist 4,4 og 1,5 prosent.