Í november var ein lítil afturgongd í lønunum í mun til oktober, men framvegis vóru lønirnar um 600 milliónir krónur, soleiðis sum tær hava verið seinasta hálva árið.
Tað skrivar Hagstovan á heimasðíðu síni.
Árstíðarjavnaðu lønartølini vísa, at í november vóru útgoldnar 602 milliónir krónur í lønum, og er hetta 4 milliónir minni enn í oktober. Afturgongdin er 0,6%.
Í høvuðsheitum hevur meira verið útgoldið hvønn mánað í ár í mun til í fjør. Hetta sæst eisini aftur í, at seinastu 12 mánaðirnar eru útgoldnar góðar 7 milliardir kr í lønum, meðan tíðarskeiðið áðrenn vórðu útgoldnar 6,8 milliardir. Framgondin er 3,3%.
Higartil í ár eru útgoldnar 764 milliónir krónur í byggivinnu og aðrari tilvirking. Hetta eru 14 milliónir meira enn sama tíðarskeið í fjør og svarar til ein vøkstur upp á 1,9%.?
Í vinnugreinini byggivinna vóru útgoldnar 381 milliónir krónur, og tað er 6 milliónir minni enn sama tíðarskeið í fjør. Afturgongdin er 1,6%.
Hinvegin er stór framgongd innan skipasmiðjur og smiðjur annars. Higartil í ár eru útgoldnar 143 milliónir krónur, og er tað 23 milliónir meira enn sama tíðarskeið í fjør. Framgongdin er 19,6%. Orsøkin til at vinnugreinin byggivinna og onnur tilvirking hevur framgongd í ár, er tískil góða gongdin innan skipasmíð og aðrar smiðjur.
Árstíðarjavnað tøl eru reinsað fyri árstíðaravvik, sum til dømis afturvendandi sveiggið í virkseminum millum vár og summar, heyst og vetur. Hetta merkir, at til ber at hyggja eftir gongdini mánað fyri mánað, uttan at samanberingin verður órógvað av regluligum sveiggjum millum árstíðirnar. Í trendinum er harumframt tikin hædd fyri øðrum óreglusemi í mánaðarligu tølunum, og tá sæst tann undirliggjandi langtíðargongdin í lønunum.