Lønirnar tær hægstu í fýra ár

Annan ársfjórðing á rað vuksu lønirnar og var farni ársfjórðingur tann besti til lønir í fýra ár.

Tað skrivar Hagstovan á heimasíðu síni.

Annan ársfjórðing í ár vóru útgoldnar 1.763 milliónir krónir í lønum og var hetta 33 milliónir meira enn fyrsta ársfjórðing. Framgongdin er nærum 2%. Hetta er annar ársfjóðringur á rað at tað er framgongd og vóru lønirnar í øðrum ársfjóðringi tær hægstu í fýra ár.

Seinasta hálva árið er 5,2% minni útgoldið í fiski-, og alivinnuni samanborðið við seinna hálvár 2011. Ein av orsøkunum er at veiðan eftir makreli er um heystið. Somuleiðis var verkfallið hjá tí almenna í vár orsøk til eina lítla afturgongd. Í privatu tænastuvinnunum er 3,6% meira útgoldið fyrra hálvár, samanborðið við seinna hálvar í fjør og í byggivinnuni 1,6%.

Sjálvt um byggivinna og onnur tilvirking hevur goldið meira út í lønum, so er tað vinnugreinin skipasmíð sum gevur vøksturin. Higartil í ár eru útgoldnar 14 milliónir krónur meira innan skipasmíð og aðrar smiðjur, meðan tað er útgoldið 11 milliónir minni til bygging samanborðið við sama tíðarskeið í fjør.

Í vinnugreinini Byggivinna o.o. tilvirking eru vinnugreinarnar bygging, skipasmiðjur og smiðjur, orka og vatnveiting og annar ídnaður.

Árstíðarjavnað tøl eru reinsað fyri árstíðaravvik, sum t.d. afturvendandi sveiggið í virkseminum millum vár og summar, heyst og vetur. Hetta merkir, at til ber at hyggja eftir gongdini mánað fyri mánað, uttan at samanberingin verður órógvað av regluligum sveiggjum millum árstíðirnar.

Í trendinum er harumframt tikin hædd fyri øðrum óreglusemi í mánaðarligu tølunum, og tá sæst tann undirliggjandi langtíðargongdin í lønunum, skrivar Hagstovan.