Forsíðuyvirlyggjarin í Sosialinum í dag boðar frá samrøðu við formannin í búskaparráðnum, Bjarna Olsen. Sum stjóri á Hagstovuni og sum formaður í búskaparráðnum, hevur hann verið virdur fyri sakligheit og fakligan integritet. Tó, eftir at hava lisið samrøðuna spyr ein seg sjálvan, hvørt hetta er formaðurin í búskaparráðnum, ella tað er komandi sparikassastjórin, ið blaðið hevur tosað við.
Tí, fyri aðru ferð í eina viku uppliva vit henda okkara fremsta ?vísmann? leggja til síðis alla sakligheit, leggja sítt fak í niðastu skuffuna, fyri at ganga ørindi fyri Landsstýrið í sáttmálatrætuni við Starvsmannafelagið.
Arbeiðsgevarasjónarmið
Alfaðirliga roynir Bjarni Olsen at sannføra okkum um, at búskapurin ikki tolir lønarbatar - í hvussu er ikki omanfyri 2-3%. Høvuðssjónarmiðið - sum verður endurtikið við Cato?skum treiskni - er at lønarbatar oyðileggja kappingarføri. At Føroyar mugu grundað sín búskap á, at lønarvøkstur okkara skal verða minni enn hjá teimum vit kappast við. Hann sipar til flakavinnuna og vil vera við, at hennara batnaða kappingarføri kemst ?av at lønarlagið í Føroyum hevur staðið í stað seinastu árini.?
Sum eg fyrr havi víst á, fær vanliga flakaframleiðslan, sum vit hava kent hana, í hesum tíðum nýggjar kappingarneytar. U-lond í t. d. Afrika, lond í Eystureuropa eins og lond í Fjareystri, byggja upp ein fiskiídnað, sum væl klárar at gera traditionellar flakavørur. Og har verður tímalønin ikki tald í 10-krónum, men heldur í oyrum. Formaðurin í búskaparráðnum veit sjálvsagt - um hann tekur fak sítt í álvara - at einhvør roynd at kappast við hesi lond við lønartrýsti og bulkframleiðslu, ikki bert fer at smildra vælferðarsamfelagið, men fullkomiliga fer at oyða landið.
So altráður er hann eftir at koma Landsstýrinum til hjálpar í samráðingunum, at hann ?gloymir? at flakavinnan í Føroyum í kreppuni bleiv sanerað við eini 7-800 milliónum (sum m.a. blivu fíggjaðar við lønarskerjingini hjá teim alment løntu), at fiskiskapurin hevur verið metstórur og prísirnir methøgir og at ein umfatandi rationalisering, spesialisering og differentiering er farin fram í 90?unum. At hesi viðurskifti hava havt avgerandi týdning fyri batnaðu støðuna í flakavinnuni heldur formaðurin í búskaparráðnum ikki hevur áhuga.
Hesi hansara sjónarmið standa í skerandi andsøgn til tey úttalilsi, sum vit alt oftari hoyra frá leiðslunum í mest framkomnu fiskavirkjunum. Tær vísa á heilt onnur viðurskifti - eitt nú útbúgving, flutningssambandið og vørumenning - tá um kappingarføri ræður. Onkur kanning hevur víst, at 1% hægri rávøruúrtøka ella 1% betri søluprísur samsvarar 10% í lønarsparingum. Men eisini hetta gloymir hann.
Endurskoðað frágreiðing
Ein kundi verið freistaður at spurt, í hvørjum heimi Bjarni Olsen hevur livað í kreppuárunum. Javnt og samt vendir hann í samrøðuni aftur til, at lønarvøksturin skal ?tálmast?, hvør skal siga hann hevur verið dekan og stórur.
Orðavalið er sermerkt. Aftur og aftur tosar hann um at ?skrúva? lønirnar upp og um vandan við at blíva við at ?skrúva? lønirnar upp.
Veruleikin er jú, at fyri meginpartin av løntakarunum hevur reallønin verið í fríum fallið seinastu 10 árini. So alt tos um at ?tálma? lønarvøkstrinum er burturvið. Tað einasta talan kann verða um, er at tálma reallønarmissinum.
Annars hevur júst búskaparráðið viðgjørt bæði reallønargongd og kappingarføri. T.d. verður í frágreiðingini ?Búskapurin? frá juni 1998 á s.52 víst á, at reallønarfallið seinastu 10 árini hevur verið eini 20%. Fleiri staðir í frágreiðingini verður víst á, at varandi framgongd ikki verður rokkin við lønartrýsti, men at ?Tøkniilig menning, vinnulig útbúgving og orkusparing eru avgerandi fyri at kappingarføri okkara sum frá líður skal batna, uttan at vit gerast eitt láglønarøki? (s.29). Men eisini henda frágreiðing skal kanska nú endurskoðast - för tilfället?
Tøma stovnarnar
Bjarni Olsen veit ógvuliga væl, at tað fyri mangar starvsbólkar er í evstu løtu at vend kemur í, so munurin millum ta løn tey kunnu fáa í Føroyum og tað, ið stendur teimum í boði uttanlands ikki gerst uppaftur størri. Og hann veit, at um minus loysn landsstýrisins verður úrslitið, fer ein skriða at loypa, ið fer at tøma stovnarnar fyri tíðandi starvsbólkar. Tíðindafólk, EDV fólk, sosialráðgevar osfr - alt hetta eru bólkar, sum grannalondini rópa eftir og sum verða noydd av landinum, um minus loysnin hjá Karsten og Bjarna verður úrslitið.
Jú, víst hevur samfelagið ráð at lata starvsfólki sínum nakað aftur av tí, sum tey hava mist. Men tað er ein stórur spurningur um samfelagið hevur ráð til støðuna hjá Landsstýrinum.
Niðrandi arrogansa
Hóast blaðmaðurin hjá Sosialinum ikki helt tað vera ómakin vert at ríva formanni búskaparráðsins í næsarnar tey sjónarmið sum hansara egna ráð fyri stuttum legði fram, tekur hann seg tó saman at spyrja Bjarna, um hann ikki heldur, at løntkarar hava uppiborið eitt endurgjald fyri víst samfelagssinni tá harðast leikaði á.
Tann sum hevði væntað eitt sindur av forstáilsi frá vísmanninum, verður so dyggiliga vónsvikin. Við eini niðrandi arrogansu, ið fyri løntakarar má kennast sum eitt spýtt mitt í andlitið svarar Bjarni Olsen: ?Ja, men tað er fortíð. Og samfelagsbúskaparliga hongur tað ikki saman, at tey nú skulu hava tað aftur, sum tey hava mist í fortíðini.?
Svølg so.
Takk kortini
Men føroyski løntakarin eigur tó at veita Bjarna Olsen eina tøkk, hóast alt. At hann so dyggiliga hevur gjørt greitt, at hann ikki er ein sakkønur, við fakligum integriteti, men ein aktivur partur í stríðnum á Landsstýrisins síðu - tað er tað ein fyrimunur at hava fingið skorið út í papp.
Bergur P. Dam, løntakari